21-01-2010
Ferðsluábøtur hjá Landsverki ganga sum ætlað

Arbeiðið at leingja norðara portalin á Hovstunlinum verður liðugt umleið 1. apríl.

Streymnes:
Í Streymnesi verður arbeitt við at gera eina vinstrasnaringarbreyt og nýggjan busslumma. Hetta arbeiðið er um at verða liðugt. Alt eftir veðri verður sum skjótast farið undir at gera uppmerkingar, ið er tað seinasta, sum eftir er at gera.

Hósvík:
Í Hósvík verður arbeitt við at breiðka vegin við sjálva íbindingina. Eitt ferðslutrygdarátak, ið kann samanberast við tað, sum er gjørt við innkoyringina til Sandvíkarhjalla. Arbeiðið í Hósvík verður liðugt um hálvan februar.

Hvalbiartunnilin:
Eisini eru ábøtur gjørdar, ið skulu økja um trygdina í Hvalbiartunlinum. Ein vinningur við hesum er, at samlaða hæddin á tunlinum verður hækkað úr 3,20 metrum upp í umleið 3,50 metrar.

Hovstunnilin:
Norðari portalur í Hovstunlinum er ov stuttur, og hevur seinastu tíðina verið arbeitt við at leingja hann við 15 metrum. Hetta arbeiðið verður liðugt 1. apríl. Eftir at gera er at fuktbjálva portalin, fylla upp við mold og øðrum tilfari oman á honum, seta ljós upp og at skera av øðrum portalfótinum, sum er ov høgur.

Aðrir tunlar:
Í næstum verður farið undir at betra um trygdina í ávikavist Kunoyartunlinum og Leynatunlinum. Ferðsluábøturnar í teimum føroysku tunlunum verða gjørdar eftir einum tilmæli frá einum svenskum serfrøðingi frá stóru norðurlendsku ráðgevarafyritøkuni, Rambøll.

Oyrareingir:
Á Oyrareingjum verður eitt strekki upp á einar 100 metrar móti nýggju havnini á Signabø breiðkað í løtuni. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt um ein mánað.

Brúgvin um Streymin:
Eins og fráboðað í øðrum tíðindaskrivi er umvælingin av Brúnni um Streymin komin væl áleiðis. Sum nakað nýtt verður gjørd ein gongubreyt uttan á brúnni á norðursíðuni. Hetta bøtir ikki einans um trygdina fyri gangandi, men økir eisini um trygdina hjá tí rullandi ferðsluni, tí vegøksl upp á ein metur verður gjørd í hvørjari vegsíðu á brúnni.
Tey, sum vilja vita meira um ferðsluábøturnar hjá Landsverki, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, tlf. 290 881, ella til kunningardeildina á tlf. 290 804 ella 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: