Eingi jól uttan ein túr til Æðuvíkar fyrst at hyggja eftir jólastákanini har. Soleiðis hoyrdi tú mong siga í jólamánaðinum. Summi kóka reyðkál og kleynur fyri at koma í rættiligt jólahýri, meðan altso summi koyra sær ein túr til Æðuvíkar at uppliva mest jólaprýddu bygdina í landinum. Tað er reint undirhald fyri stór og smá, og tey gera bara meira og meira burturúr har norðuri í myrkrinum.
Vit hava út frá hagtølum (ferðsluteljingum) hjá Landsverki, kanna eftir hvussu nógv jólaferðsla var til Æðuvíkar í desember 2006.
Vanliga ársmeðalferðslan til Æðuvíkar er umleið 330 akfør. Kanningin vísti heilt onnur tøl:
Ferðslutøl fyri Æðuvík í desember 2006
Sunnudg.3/12
Samdøgursferðsla
(samlað: til/úr)
1.188
Mesta tímaferðsla
Kl. 21-22
248 akf.Sunnudg.10/12
1.907
Kl. 17-18330 akf.Sunnudg.17/12
853
Kl. 16-17140 akf.Jóladag25/12
900
Kl. 22-23 134 akf.2.Jóladag 26/12
916
Kl. 18-19 157 akf.Ársmeðalferðsla 2005: 330 akfør. Samlað tal av akførum 1/12-31/12 2006: 20.288 ella 654 um samdøgurið.
Sunnudagarnir í desember vóru teir stóru ferðadagarnir til Æðuvíkar.