02-09-2009
Ferðslan ísv. Tórshavn Marathon og Fólkaheilsurenningina 6. sept..

sambandi við Tórshavn Marathon og Fólkaheilsurenningina sunnudagin 6. sept. kl. 13.00-19.00, verður ferðslan avmarkað nakað á landsvegnum og inni í býnum.

Av trygdarávum verða vegastrekkini frá íbindingini í Eystara Ringveg, eftir Hvítanesvegnum til Kaldbaks og gjøgnum Kollfjarðartunnilin til rundkoyringina í Kollafirði stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum frá kl. 13.00 til 19.00. Víst verður til Oyggjarvegin, meðan renningin fer fram.


Ferðsla til og frá Kaldbak kann loyvast í avmarkaðan mun umvegis Kollfjarðatunnilin, um okkurt átrokandi er. Roknast skal við rennarum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak í tíðarskeiðnum kl. 14-17.

Átrokandi ferðsla til og frá Sundi, Hjalla, Hvítanesi og Hvítanesvegnum (síðuvegir íroknaðir) sleppur framvið vegsperrunum við at seta seg í samband við vaktirnar,og tá skal koyrast sera varliga.

Fólkaheilsurenningin fer fram í býnum og tarnar somuleiðis ferðsluni hendan dagin millum kl. 12.30-14.30.

Landsverk heitir á allar bilførarar um at vísa tolsemi.

Úrslit: