FERÐSLA: Í sambandi við Tórshavn Marathon og Fólkaheilsurenningina sunnudagin 5. sept. kl. 13.00-19.00, verður ferðslan avmarkað nakað á landsvegnum og inni í býnum.
Av trygdarávum verða vegastrekkini frá íbindingini í Eystara Ringveg, eftir Hvítanesvegnum til Kaldbaks og gjøgnum Kollfjarðartunnilin til rundkoyringina í Kollafirði stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum frá kl. 13.00 til 19.00. Víst verður til Oyggjarvegin, meðan renningin fer fram.