Landsverk ger árliga kanningar um ferðsluna á landsvegunum, og nú er frágreiðingin fyri 2005 komin. Upplagið er 200 eintøk. Úr innihaldinum kann millum annað nevnast:
Eisini eru skráir yvir tunlar og landsvegir og mangt annað. Yvirlitið yvir vegalongdir er ikki við í hesi útgávu, men er at finna í teimum eldru útgávunum, sum eisini eru at finna sum pdf her á síðuni.
Koyring á landsvegunum
Í 2005 vóru koyrdir 208 milliónir km eftir føroysku landsvegunum. Hetta er ein vøkstur uppá 3 % í mun til í 2004.
Ferðsluóhapp
Verða ferðsluóhappini sammett við ferðsluarbeiðið, t.e. koyrdir milliónir km á landsvegunum, sæst, at tað vóru 6% færri óhapp í 2005 enn í 2004.
Samlaða frágreiðingin fæst nú sum pdf fíla her