29-08-2005
'Ferðslan 2004' sum pdf fíla á heimasíðuni

Landsverk ger árliga kanningar um ferðsluna á landsvegunum, og nú er frágreiðingin fyri 2004 komin. Upplagið er 300 eintøk.

Frágreiðingin fæst við at venda sær til Landsverk á tlf 311333 ella nú sum pdf her.

Úr innihaldinum kann m.a. nevnast

 

  • ferðsluteljingar
  • ferðmátingar
  • ferðslutrygd
  • ferðsluóhapp

Eisini eru skráir yvir tunlar og landsvegir, yvirlit yvir vegalongdir, og mangt annað.

Koyring á landsvegunum
Í 2004 vóru koyrdir 202 milliónir km eftir føroysku landsvegunum. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til í 2003.

Talið á akfarskilometrum ávirkast m.a. av talinum av akførum í landinum og av virksemi, ið er tengt at koyring, t.d. havna- ella vegagerð.

Talvan niðanfyri vísur akfarskilometrar frá 1995 til 2004.


Landsvegir
Landsvegir eru vegir millum bygdir og vegir frá bygd til atløgupláss, ið hava mesta týdningin fyri samferðsluna oyggjanna millum. Landið letur gera og heldur landsvegir. Landsvegakervið er 463,3 km til longdar.

 

Úrslit: