16-07-2004
Ferðslan 2003

Síðani miðskeiðis í 80-árunum hevur Landsverk givið út bóklingin "Ferðslan", og í dag, fríggjadag 16. juli 2004, er so "Ferðslan 2003" útkomin.

Í mun til hagtølini í fjør vísa nýggjastu hagtølini í "Ferðslan 2003" millum annað, at tað í 2003 vóru koyrdir 199 mió. km á landsvegunum í Føroyum, og er tað 7% meira enn í 2002. Ì bóklinginum sæst eisini, at hetta talið er hægri enn síðst í 80-árunum, tá ið tað annars var serliga høgt.

Lesið meira í "Ferðslan 2003", sum nú er at finna sum ein pdf. fíla her á heimasíðuni

Úrslit: