12-07-2007
Ferðsla og G! Festivalur

G! Festivalurin 2007 fer av bakkastokki hósdagin 19. juli. Roknast kann við øktari ferðslu á leiðini Gøtudalur-Gøtueiði í døgunum 19-22. juli, og tí verður ferðslan skipað nakað ørðvísi hesar dagarnar.

Ferðin í økinum verður "skeltað niður" frá 50 km/t (reyða strikan á kortinum) til 30 km/t (gula strikan á kortinum), og elektronisku skeltini við skúlan í Gøtugjógv fara at lýsa. Parkeringsviðurskiftini verða broytt soleiðis, at tað ikki er loyvt at parkera framvið landsvegnum, sum vanligt hevur verið á G! (sí kort). Víst verður til parkeringsøkini á G!.


Talan er um ein høvuðsveg við nógvari gjøgnumgangandi ferðslu. Tí er umráðandi, at øll ferðandi, bæði í bili og til gongu, vísa varsemi.

Reglurnar eru galdandi frá mikudegi 18. juli á middegi til sunnudagin 22. juli kl. 20.00. Vinarliga gevið hesum G!ætur

Úrslit: