Frá 28. februar kl 10 til 3. mars kl 11 eru 31.162 mátingar gjørdar við ferðgáanum, sum Landsverk hevur sett upp í R. C. Effersøesgøtu við SMS.
Mátingarnar frá ferðgáanum, sum stendur við Føroya Banka í
R. C. Effersøesgøtu, vísa, at 71% av bilunum koyrdu undir 50 km/t ella 50 km/t, og 26% koyrdu millum 50-60 km/t. 3% av bilunum koyrdu 60 km/t um tíman ella skjótari.
Ferðmátingarnar eru gjørdar í sambandi við framsýningina 'Hjartarúm' hjá Ferðslutrygd, sum Landsverk luttekur í.