Tey, sum koyra í bili millum Sandavág og Miðvág skulu nú venja seg við at koyra nakað spakuligari. Frá í dag , 3. februar, verður ferðhámarkið lækkað niður í 60 km/t millum bygdirnar báðar.
Hetta er eitt av fleiri tiltøkunum, sum skulu gera ferðsluna tryggari har um leiðir.
Økið við Sandavág og Miðvág hevur leingi verið mett, sum eitt av økjunum, har tað kann vera vandamikið hjá fólki at vera til gongu. Landsferðslan gongur beint ígjøgnum bygt øki, og mangan koyra bilar við nógvari ferð gjøgnum bygdirnar.
Tryggari vegamót og gonguteigar eru millum tiltøkini, sum skulu bøta um ferðsluytrygdina. Eitt annað tiltak er at lækka ferðhámarkið millum bygdirnar.
Broytt til bygt øki
Ferðhámarkið á teininum millum Sandavág og Miðvág hevur higartil verið sum á landsvegnum – 80 km/t. Frá í dag at rokna verður tað lækkað niður í 60 km/t.
Nú er alt økið flokkað sum bygt øki í ferðsluhøpi. Hetta merkir, at sum útgangsstøði er ferðhámarkið í bygdunum 50 km/t. Millum Sandavág og Miðvág verður tó loyvt at koyra 60 km/t, sum loyvt er í serligum førum.
Í Sandavági og Miðvági er ferðhámarkið sostatt 50 km/t, og millum bygdirnar 60 km/t. Skelti verða nú sett upp, so at bilførararnir ikki skulu vera í iva nær teir kunnu seta ferðina upp og nær ferðin skal minkast aftur.