24-06-2022
Ferjulegan í Klaksvík verður umvald
Frá mánadegnum 27. juni og væntandi eina viku fram, verður ferjulegan í Klaksvík umvæld.

Tann parturin millum land og ferjulegu er illa rustaður, at neyðugt er at gera umvælingar. 

Hetta kemur at merkjast fyri siglingina millum Klaksvík og Kalsoynna. Ferjulegan verður ikki er tøk um kvøldið og um náttina, og Sam far heldur ikki tikið bilar við eftir kl. 20:00. Arbeiðið byrjar mánadagin 27. juni og varðar væntandi eina viku fram. Hetta merkir, at tað ikki gjørligt at hava bilin við á tilkallitúrunum, meðan arbeiðið fer fram.

Um broytingar koma í, verður kunnað um hetta á heimasíðuni. 

 

 

 

Úrslit: