15-11-2022
Fámjinstunnilin skotin í gongd í morgin, 16. nov.
Í morgin 16. november kl. 13:00 fer Egon Rasmussen, elsti borgari í Øravík at skjóta fyrsta skotið til Fámjinstunnilin.

Hátíðarløta verður við smiðjuna hjá Landsverk í Øravík í morgin kl. 13:00, nú fyrsta skotið verður latið av fyri nýggja Fámjinstunlinum. 

Skráin verður soleiðis, at Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk bjóðar vælkomin og heldur eina røðu. Eftir hann fer Egon Rasmussen, elsti borgari í Øravík, at skjóta fyrsta skotið. 

 

Fakta um Fámjinstunnilin: 

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Úrslit: