26-05-2026
Fakligt tiltak 2. juni: Hvussu byggja vit okkara vegir betur og bíligari?
Vælkomin á fakligt tiltak um vegauppbygnað. NVF varpar ljós á at gagnnýta og menna lokalt byggitilfar umframt byggja og viðlíkahalda vegir bíligari.

Á skránni vera hesar framløgur:
- From rock to resource: Concept and first results of Faroese stone-based materials for construction and infrastructure / Karin Habermehl Cwirzen, University of the Faroe Islands
- Data driven maintenance / Pálmi Þór Sævarsson,Vegagerðin
- Low-budget maintenance methods in Iceland / Jón Helgi Helgason, Vegagerðin
- Development of fluxed binder in Iceland / Björk Úlfarsdóttir, Colas Ísland

Tiltakið er á enskum og verður á Hotel Hafnia 2. juni, kl. 13.30–16.00. Áhugaði kunnu melda seg til her: Hvussu byggja vit okkara vegir betur og bíligari · atgongumerki.fo
Freistin at melda seg til er fríggjadagin 29. mai. 

Um NVF

NVF (Nordisk Vejforum) er eitt alment-privat vinnusamstarv við umleið 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Felagsskapurin hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Høvuðsendamálið hjá NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið.

Úrslit: