16-06-2026
Faklig umrøða av viðlíkahaldi á vegakervunum í Norðurlondum
Virðismikil norðurlendsk vitanardeiling um gagnnýtslu av lokalum tilfari, royndarkanningar av tilfari til vegabygging, og hvussu Norðurlond byggja og viðlíkahalda vegir.

Flestu Norðurlond hava líknandi avbjóðingar við viðlíkahaldi á vegakervinum, men ymiskar hættir at loysa avbjóðingarnar. Tí er NVF, sum er eitt norðurlendskt samstarv, sera virðismikið fyri vitanardeiling og sparring.

Í NVF eru ymiskir arbeiðsbólkar, sum viðgera og samstarva um ávís evni innan vega- og ferðsluøkið. Arbeiðsbólkurin fyri Vegatøkni hittist í Føroyum í vikuni, og í tí sambandi høvdu nøkur teirra framløgu til almenna tiltakið seinnapartin 2. juni á Hotel Hafnia.

Á skránni vóru fyrilestrar um gagnnýtslu av lokalum tilfari, ymiskar royndarkanningar av tilfari til vegabygging, umframt hvussu Norðurlond byggja og viðlíkahalda vegir.

Karin Habermehl Cwirzen legði fram um eina granskingarverkætlan, sum verður í gjørd í Føroyum, sum kannar møguleikarnar fyri at gagnnýta føroyskt grót í vegabygging og bygging annars. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum kann gera Føroyar meira sjálvstøðugar og koma umhvørvinum til góðar.

Pálmi Þór Sævarsson frá Vegagerðin í Íslandi greiddi frá, hvussu tey lappa hol í vegum í Íslandi. Játtanir eru ov lágar, og tí verða nógvar lappaloysnir gjørdar fyri at halda vegakervinum koyrandi. Tað er líkt støðuni í Føroyum.

Síðani greiddi starvsfelagin, Jón Helgi Helgason, eisini frá Vegagerðin, hvussu tey royna at viðlíkahalda fyri minni pengar. Tørvurin á viðlíkahaldi er nógv størri, enn tey hava pengar til, og tí royna tey seg við bíligari hættum fyri at røkka longri. Viðhvørt gongur tað væl og viðhvørt minni væl, tí eins og í Føroyum ávirka veður og umstøður vegirnar.

At enda hevði Björk Úlfarsdóttir frá Colas Ísland fram um eina spennandi verkætlan, har tey royna at finna umhvørvisvinarliga fluksolju (flux binder). Tey brúka lívrunnið tilfar, heldur enn olju, til at hita og bleytgera asfalt og hava havt góðar royndir við tí, men tað er enn í menning. 

Um NVF

NVF (Nordisk Vejforum) er eitt alment-privat vinnusamstarv við umleið 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Felagsskapurin hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Høvuðsendamálið hjá NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið.

 

Úrslit: