01-06-2011
Fá framløguna um Skúladepilin við Marknagil

KUNNINGARFUNDUR: Landsverk, Vinnuhúsið og Mentamálaráðið bjóðaðu í gjár byggivinnuni til kunnandi fund á Hotel Føroyum um Skúladepilin við Marknagil. Hetta fyri at veita føroysku byggivinnuni neyðuga kunning í sambandi við, at hendan stóra verkætlanin nú skal bjóðast út. Stórur dentur er lagdur á at skapa góðar fortreytir fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða uppá tær 25 arbeiðstøkurnar (entreprisurnar), sum verða bodnar út alment í næstum.

Tað var Karl Jakob Ósá, verkætlanarleiðari á hesi verkætlan hjá Landsverki, sum greiddi teimum umleið 90 áhoyrarunum frá um sjálvt prosjektið, útbjóðingargongdina, tiðarætlan við meira. Aftaná framløguna høvdu áhoyrararnir møguleikan at seta spurningar til verkætlanarleiðaran, Karl Jakob Ósá, stjóran á Landsverki, Ewald Kjølbro, og landsstýriskvinnuna í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø.  

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Karl Jakob Ósá, verkleiðsludeildin Landsverk, fartel. 290 857 ella umvegis teldupost kjo@lv.fo

Úrslit: