03-01-2006
Eysturoyartunnilin og avleiddar verkætlanir

Landsverk hevur gjørt eitt upprit, sum lýsir eitt møguligt fast samband millum Suðureysturoy og Suðurstreymoy og millum Strendur og Toftir/Runavík. Hetta er liður í eini yvirskipaðari samferðsluætlan fyri Føroyar.

Í uppritinum eru eisini avleiddar verkætlanir lýstar, alt eftir hvør loysn verður vald viðvíkjandi sambandinum millum Skálafjørðin og Streymoynna.

Landsverk hevur gjørt nakrar metingar viðvíkjandi hesum verkætlanum. Um ikki kost/nyttu kanningar vísa á týðandi fyrimunir við aðrari loysn, mælir Landsverk til, at ein tunnil verður gjørdur frá Suðurstreymoy til Strendur og ein brúgv gjørd um Skálafjørðin.

Uppritið frá Landsverki kann lesast her: Eysturoyartunnil.pdf (6,44 MB)

Úrslit: