16-09-2008
Evropearar seta bilin
MOBILITETSVIKA: Hesar næstu sjey dagarnar eru meiri enn 2000 býir í Evropa við í einum stórum tiltaki, sum skal avmarka bilkoyringina í býardeplunum. Í Norra skipa fleiri býrir fyri bilfríum degi komandi leygardag.

Dagarnar 16. til 22. september er “Europeisk mobilitetsvika 2008” kring um í Evropa. Fleiri stórir býir fara at vera bilfríir leygardagin, skrivar heimasíðan hjá Norsk Vegvesen. Ì Norra eru allir teir størstu býirnir Oslo, Bergen, Tróndheimur og Tromsø við í tiltakinum.

Fleiri býir fara at steingja ávísar gøtur fyri ferðslu, og skipað verður fyri ymsum tiltøkum – ráðstevnum, kappingum, framsýningum og mentanartiltøkum.



Rein luft fyri øll



Evropeiska mobilitetsvikan varpar ljós á kollektivu ferðsluna, súkkling og livandi økir við gøtum og grønum umráðum. Heitið á vikuni hesaferð er “Rein luft fyri øll”.



-Heili 80 prosent av fólkunum í Evropa búgva í býum og tættbygdum økjum. Øll eiga at kunna anda fríska luft í seg, eisini tey sum búgva í býunum, sigur Guro Berge í norska vegadirektoratinum.



Ì Norra eru tað kommunurnar sum eru høvuðsfyrireikarar av tiltakinum í samstarvi við t.d. landsfelagið hjá súkklufólkum, politiið og ráðið fyri ferðslutrygd. Statens Vegvesen samskipar tiltakið.

Úrslit: