10-03-2022
Endurnýggja asfalt- og skervverk
Skervverkini í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri skulu niðurleggjast, eisini asfaltverkið í Hundsarabotni.

Fíggjarmálaráðið hevur lagt fram lógaruppskot, um at asfaltverkið á Sundi skal endurnýggjast fyri 34,5 mió. kr. Tá hetta er liðugt, verður asfaltverkið í Hundsarabotni niðurlagt.

Landsverk er eisini í eini tilgongd, at umskipað skervframleiðsluna. Verandi skervverk í Hundsarabotni, á Hústoft og í Porkeri verða skift út við eitt mobilt skervverk, sum kemur at ferðast millum hesi trý støðini.

Leggjast skal afturat, at talan verður ikki um uppsagnir, sum eisini stendur í lógaruppskotinum. Endamálið við hesari tilgongd er, at fáa framleiðslukostnaðin niður, við at útreiðslur til endurnýggjan og viðlíkahald verður lægri. 

Úrslit: