Lisitatión: Sjey feløg hava í dag boðið seg fram at byggja ellis- og røktarheimið og økisdepil fyri sinnisveik í Vági. Landsverk fer nú at taka støðu til boðini
Verkætlanin fevnir um eina samanbygging av nýggjum ellis - og røktarheimi og økisdepli fyri sinnisveik oman fyri Vatnið í Vági í Suðuroy.
Ellis- og røktarheimið til 24 búðfólk verður umleið 2.539 m2 til støddar. Økisdepilin til sinnisveik verður umleið 1.420 m2 til støddar og verður til 8 búðfólk við tveimum umlættingarplássum.
Lisitatiónsúrslit:
TG-Verk 56.949.861
Víking Smíð 63.306.606
HES-Byg 63.866.059
Norðhús 68.472.060
Articon 69.352.591
MT Højgaard 74.975.355
Pihl Føroyar 89.952.169
Oman fyri nevndu tilboð eru bert upp á sjálvan byggikostnaðin, afturat hesum koma aðrar útreiðslur so sum lønar- og príshækkingar, projektering, eftirlit o.a.
Landsverk, sum er byggiharri, fer nú at taka støðu tll boðini.