11-12-2009
Eldsløkkjari í Hovstunlinum horvin
SLØKKIÚTGERÐ: Tað er ikki so langt síðan, at herverk var framt á sløkkiútgerðina í Gásadalstunlinum og eldsløkkjarar hvurvu úr Norðskálatunlinum. Nú er aftur ein eldsløkkjari horvin úr einum tunli hjá Landsverki. Hesaferð úr Hovstunlinum.

Sunnumorgunin tann 6. desember var aftur ein eldsløkkjari tikin úr einum av neyðskápunum í einum tunli hjá Landsverki. Hesaferð gekk tað út yvir Hovstunnilin. Málið er meldað til løgregluna.
Hetta er sera óheppið og álvarsamt, og heitir Landsverk staðiliga á fólk at lata trygdarútgerðina í tunlunum fáa frið. Trygdarútbúnaðurin er fyri trygdina hjá tí einstaka, ið koyrir ígjøgnum tunlarnar. Heitt verður somuleiðis á fólk, ið kunnu koma við upplýsingum um tilburðin, at siga Landsverki frá.

Úrslit: