sambandi við at Norðskálatunnilin nú er dagførdur, soleiðis at hann lýkur dagsins krøv til trygdarútgerð, eru bummar settir upp við báðar tunnilsmunnarnar, soleiðis at tunnilin verður stongdur sjálvvirkandi, um fráboðanarskipanin í tunlinum verður sett í gongd.
Fríggjanáttina um hálvgum tvey tíðina hendi tað óvanliga, at fráboðanarskipanin var sett í gongd. Fráboðanin stavaði frá fýra ymiskum neyðtelefonskápum í tunlinum, kundi alarmsentralurin staðfesta beinanvegin. Bummarnir fóru niður sjálvvirkandi og Norðskálatunnilin var stongdur. Politiið fór á staðið og kundi staðfesta, at talan ikki var um nakað óhapp í tunlinum, og tunnilin var latin upp aftur fyri ferðslu.
Nærri kanningar vístu, at orsøkin til fráboðanina úr teimum fýra ymisku neyðtelefonskápunum í Norðskálatunlinum fríggjanáttina var, at eldsløkkjararnir í júst hesum skápum vóru horvnir.
Hetta er sera óheppið og álvarsamt, og heitir Landsverk staðiliga á fólk at lata trygdarútgerðina í tunlunum fáa frið. Heitt verður somuleiðis á fólk, ið kunnu koma við upplýsingum um tilburðin at siga Landsverki ella løgregluni frá.