24-01-2020
El-arbeiðstøkan í Hvalbiartunlinum
UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av nýggjari farleið til Hvalba bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á el-arbeiðstøkuna.

Útbjóðingarháttur
Verkætlanin verður boðin út sum stórarbeiðstøka. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. og løgtingslóg nr. 52, frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m.

Lýsing av verkætlanini
Fyri at dagføra farleiðina millum Hvalba og Trongisvág verður ein nýggjur tunnil gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, ið er umleið 2.540 m langur. Eisini verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes verður eisini gjørd. Nú verður el-arbeiðstøkan boðin út, og hon fevnir um ljósinnleggingar og trygdarskipanir í tunlinum og uttan fyri tunnilsmunnarnar. Íroknað el-arbeiðstøkuna er eisini gøtuljós fram við vegunum við tunnilsmunnarnar og við íbindingina út í Nes. Íroknað el-arbeiði eru innleggingar til neyðtelefon-, fartelefon- og radiosamband- umframt ein SRO-skipan. SRO-skipanin stendur fyri allari stýring og rakstri av m.a. samskiftinum og ferðslutekniskum innleggingum. Eisini stendur hon fyri yvirvakingini av m.a. talvum, ljósskipanum og tunnilsluftini.

Treytir
Fyri at verða tikin við í viðgerðina í sambandi við undangóðkenningina, skulu umsøkjarar lata inn niðan fyri nevndu upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, fakligar royndir, byggiorku og tekniskar virkisleiðsluroyndir:

  1. Arbeiði skal verða gjørt av parta- ella smápartafeløgum, sum eru skrásett í Føroyum, t.e. hjá Skráseting Føroya.
     
  2. Navn, bústað, v-tal, telefonnummar, teldupostadressu og navn á ábyrgdarpersóni.
     
  3. Yvirlit yvir sambærligar verkætlanir, ið umsøkjarin hevur havt ein stýrandi leiklut í. Vísast skal til lidnar verkætlanir ella verkætlanir í gerð. Fyri hvørja verkætlan skal byggiharri og leiklutur arbeiðstakarans upplýsast. Harafturat skal upplýsast arbeiðstøkukostnaður og ábyrgdarpersónar við CV. Eisini skal arbeiðs- og tíðarætlanin fyri hjálagdu verkætlanir viðleggjast.
     
  4. Góðskutryggingarskipanin (KS) hjá umsøkjaranum skal viðleggjast.
     
  5. Umsøkjarin skal viðleggja prógv fyri fíggjarliga orku, t.e. ársroknskap tey 3 seinastu árini. Her verður hugsað um lyklatøl fyri umsetning, úrslit eftir skatt og eginpeningur. Um fleiri søkja saman, er tað galdandi fyri hvønn partin sær.

Fyri at umsóknin um undangóðkenning skal verða viðgjørd, skal alt oman fyri nevnda tilfar latast inn.

Um umsøkjarin er ein felagsskapur (konsortium) av arbeiðstakarum, skal hesin, um hann bjóða rupp á arbeiðið, veita einum av luttakarunum fulltrú, ið skuldarbindur allan felagsskapin, eins og byggiharrin krevur samábyrgd.

Freist at lata inn tilfar
Freistin at lata Landsverki umsóknina um undangóðkenning er 10. februar 2020, kl. 13.00. Avsendarin hevur ábyrgdina av, at tilfarið er móttikið rættstundis.

Krøv til tilfar
Í sambandi við undangóðkenningina skal tilfarið latast inn í talgildari pdf-útgávu í A4 ella A3 stødd.

Tilfarið skal sendast til
T-post: lv@lv.fo

Spurningar
Møguligir spurningar skulu skrivliga stílast til verkætlanarleiðaran, Jóannes S. Jensen, jojen@lv.fo, ella deildarleiðaran fyri Infrakervi, Armgarð Steinhólm, arst@lv.fo

Úrslit: