20-08-2009
Einki samband millum uppsagnir og innflutt grót

UPPSAGNIR: Grótið, sum verður innflutt úr Norra til asfaltframleiðsluna hjá Landsverki kann ikki býtast um við føroyskt grót og hevur einki samband við uppsagnirnar í grótbrotinum í Porkeri. Minkaður eftirspurningur eftir byggitilfari, minkandi játtan og økt kapping um asfaltframleiðsluna er veruliga orsøkin.

Í tíðindasendingini hjá Útvarpinum á miðdegi setti Ingeborg Vinther uppsagnirnar í grótbrotinum í Porkeri í sambandi við innflutningin av norskum gróti. Boðskapurin var, at var einki norskt grót innflutt, so høvdu ongar uppsagnir verið í Suðri.

Landsverk heldur, at uppáhaldið gevur eina so skeiva mynd av veruleikanum, at neyðugt er at koma við eini rættleiðing.

Ferðslutrygd og slitstyrki
Landsverk hevur innflutt grót úr Norra tey seinastu umleið 20 árini. Hetta grót, sum kallast durasplitt, verður nýtt til slitlagið, sum er tað ovasta asfaltlagið á koyribreytini.

Ferðslutrygd og serliga góð slitstyrki eru orsøkin til at norska grótið verður nýtt. Norska grótið er ljóst á liti. Hetta ger vegin sjónligari og tí ferðslutryggari. Haraftrat er norska grótið serliga slitsterkt.

Hesi seinastu 20 árini hevur umleið fjóðringurin av grótinum, sum hevur verið nýtt í asfaltframleiðsluni hjá Landsverki verið norskt durasplitt. Talan hevur sostatt verið um ein minni part av grótinum.

At skift norska grótið út við føroyska grót hevði ikki borið til, tí føroyska grótið líkur snøgt sagt ikki krøvini, sum sett verða til ferðslutrygd og til slitstyrkina í tí ovasta asfaltlagnum.

Virksemið burtur
Landsverk harmast um uppsagnirnar, sum einki samband hava við innflutta grótið úr Norra, men sum eru avleiðing av umstøðum, sum stovnurin ikki hevur havt ræði á.

Fyri tað fyrsta er eftirspurningurin eftir gróti til byggivinnuna minkaðu niður í botn. Nýggjar tíðir við kapping og ein stórliga skerd játtan til viðlíkahaldið av føroysku vegunum hava skert asfaltframleiðsluna hjá Landsverki og harvið tørvin á gróti úr Suðri.

Alt í alt hevur hetta tikið grundarlagið undan teimum føstu størvunum í grótbrotinum, sum nú bert hevur opið nakrar fáar tímar um vikuna, so at brúkarar í Suðri, sum eina serliga tænastu, kunnu fáa grót.

Úrslit: