30-03-2007
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt

Í morgun misti ein lastbilur nakað av fóðri niður á landsvegin millum tunlarnar á Borðoynni.

Ernst Vágsgarð, økisformaður hjá Landsverki, fór beinanvegin til verka við spaka í hond at rudda alt hetta av aftur vegnum, men hvat hendir?

Áðrenn hann varnast tað, er eitt heilt seyðafylgi komið honum til hjálpar.

 

Eitt, tvey, trý og alt fóðrið er sum dustsogið av vegnum, og øll fara glað aftur hvør til sítt.

Úrslit: