22-12-2010
Ein góður kavaruddari er gull verdur
JÓLAHEILSAN: William McKay hevur grivið kava til Gjáar og har á leiðini í samfull 30 ár. Í farnu viku var uttan iva ein tann ringasti kavadagurin í hesum árinum, og tá var McKay aftur upp á fartin

Tá ið vit ringdu til McKayin hendan kalda kavamorgun var hann á veg til Gjáarvegin at hyggja, hvussu har sá út, nú bæði kavi og nógvur vindur gjørdu um seg. Hóast hetta einsliga, krevjandi og ofta enntá vandamikla starv, er lagið gott á Williami hendan morgunin. Hann veit eina so gleðiliga jólasøgu.

Tað var mánadagin at boðað var til hugnakvøld við Gjógv. Fyriskipararnir høvdu ringt til William og bjóðað honum við, men lá tað ikki fyri hjá honum at luttaka. Tá ið McKay morgunin eftir er til arbeiðis við brúnna um Streymin, steðgar ein bilur. Ein dama, berandi eina stóra jólakurv við øllum góðum í, kemur úr bilinum. Kurvin er til William McKay, sum verður púra bilsin og ikki minst rørdur. Í kurvini er eisini ein jólaheilsan til kavaruddaran:

"Vit her norðuri vilja bara takka tær fyri stóra arbeiðið, ið tú so trúfastur hevur røkt. Ein góður kavaruddari er gull verdur. Vit ynskja tær eina bjarta framtíð og mong góð ár aftrat. Gleðilig jól."

Meðan vit onnur liggja heitt undir dýnini kl. 05 um morgunin, eru McKay og aðrir kavagravarar hjá Landsverki longu úti í kuldanum og grava kava. Og teir gera sítt arbeiðið væl. Tað vita vit, og tað vita millum onnur eisini tey, ið hava borið Williami McKay hesa hugnaligu jólaheilsan.

Úrslit: