23-03-2010
Eftirmeting av venjingini í Norðskálatunlinum
TILBÚGVING: 11. november í fjør var skipað fyri venjing i Norðskálatunlinum í sambandi við at tunnilin var liðugt dagførdur og hevur fingið neyðuga trygdarútgerð og tilbúgvingarætlan. Arbeiðsbólkurin handan tilbúgvingarætlanina hevur nú gjørt eina formliga eftirmeting av venjingini

Í arbeiðsbólkinum eru: Fv. Petur L. Olsen, Brunaumsjón Landsins, Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Jákup Nolsøe, Ambulansatænastan, Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingarætlanini Landsverk, Martin Berg, Politiið.

Í Føroyum hava vit nú í eina tíð gjørt okkara egnu royndir við tilbúgvingarætlanum fyri tunlar og venjingum í tunlum. Arbeiði við at orða eina tilbúgvingarætlan endar sum vant við eini praktiskari venjing, sum fer fram inni í sjálvum tunlinum, og er tað tann endaliga venjingin, sum skal seta stempul á, at nú lýkur tunnilin ásettu trygdarkrøvini.

Endamálið við tilbúgvingarætlanum yvirhøvur er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum verður tá roynt í verki. Í eini tilbúgvingarætlan hava allir partar í tilbúgvingini fastar mannagongdir. Av tí at eitt møguligt óhapp í einum tunli krevur, at fleiri partar seta inn, er neyðugt at ein tilbúgvingarætlan fastleggur bæði førleika og arbeiðsgongdir í bjargingararbeiðinum. Allir partar í tilbúgvingini hava ábyrgd av at gera og dagføra deilplanin fyri sítt arbeiðsøki, meðan Landsverk samskipar tilbúgvingarætlanina og skipar fyri, at venjingar verða hildnar í tunlinum.

Mikukvøldið 11. november, 2009, var so tann endaliga tilbúgvingarætlanin fyri Norðskálatunnilin roynd í verki. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið, Politiið, Ambulansutænastan og Landsverk. Harafturat vóru nógvir eygleiðarar og gestir við frá øðrum bjargingarfeløgum og sløkkiliðum í landinum.

Eftirmetingin av venjingini í Norðskálatunlinum
Arbeiðsbólkurin,sum hevur gjørt tilbúgvingarætlanina fyri Norðskálatunnilin, hevur nú gjørt eina felags niðurstøðu um venjingina, og er bólkurin á einum máli um, at trygdarútgerðin í Norðskálatunlinum er í lagi og til góðan tryggleika fyri ferðandi og innsatsfólk.


Um bólkurin skal nevna nakrar veikleikar í sambandi við venjingina, er tað serliga tann manglandi rutinan, sum sæst aftur, tá ið innsatsfólk skulu nýta nýggja trygdarútgerð og handfara eina vanlukku undir umstøðum, sum tey ikki eru von við. Við fleiri venjingum av hesum slagi fara tey í tilbúgvingini at kenna sín leiklut betri og eisini teknisku útgerðina (stýrisskáp, viftur o.a.) í tunlinum. Bólkurin er eisini samdur um, at sjálv tilbúgvingarætlanin skal endurskoðast og gerast greiðari og einfaldari í støðum - serliga við atliti at tí tekniska partinum. Tað gongur somuleiðis aftur í eftirmetingini hjá bólkinum, at innsatsfólkini í Føroyum mangla útbúgving í veruligum innsatsleiðsluviðurskiftum og skaðastaðsleiðslu, og er hetta nakað, sum Brunaumsjónin vil hava gjørt til eitt krav, soleiðis at øll í tilbúgvingini eru best møguliga ílatin til slíkar krevjandi og truplar uppgávur.

Eitt er útgerð - eitt annað er atferð
Allir tunlar í landinum eru ikki dagførdir enn við neyðugari trygdarútgerð. Tí mælir Landsverk til, at ferðandi gera seg kunnugan við, hvør útgerð er í hvørjum tunli (sí faldara niðanfyri), eftirsum hetta er ymiskt frá tunli til tunnil. Les meira í faldaranum hjá Landsverki "Trygg atferð - tá ið koyrt verður í tunli", sum kann heintast her (8,03 MB) . Landsverk heitir á fólk, um at hava ein tílíkan faldara ella vegleiðing liggjandi í bilinum, soleiðis at tú sum bilførari veitst, hvussu tú skalt bera teg at, tá ið tú koyrir í tunli.

Vilt tú vita meira um tilbúgvingina hjá Landsverki ert tú vælkomin at seta teg i samband við Jákup N. Olsen, samskipara av tilbúgvingini á Landsverki, á fartel. 290 892, Armgarð E. Steinhólm, leiðara á ferðsludeplinum, á fartel. 290 891, ella tú kanst ringja til kunningina á fartel. 290 804 ella 290 805, sum síðan kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: