Mikudagin 16. januar var ein eftirmetingarfundur í Eydnuni á Oyrabakka um eldsbrunan í Norðskálatunlinum 9. januar.
Umboð fyri allar partar í tilbúgvingini hendan dagin, t.e. fyri politiið, Skálafjarða sløkkilið, Sunda sløkkilið, Landsverk og eisini Brunaumsjón Landsins vóru til staðar á fundinum, sum byrjaði kl. 19 og endaði um 21 tíðina.
F.v. Petur Lava Olsen (Brunaumsjón Landsins), Heini Eysturoy (Leiðari á vegadeildini hjá Landsverki) Ingibjørn Eldevig (Politiið), Vilhelm M. Olsen (Skálafjarða sløkkilið), Signheðin Davidsen (Sunda sløkkilið).
Skrá
Skráin fyri fundin var hendan:
Kl. 19.00: Landsverk bjóðar vælkomin og greiðir frá skránni
Kl. 19.10: Politiið greiðir frá hendingini í Norðskálatunlinum
Kl. 19.20: Luttakararnir greiða frá sínum parti í bjargingararbeiðnum
Kl. 19.50: Spurningar og viðmerkingar - orðið frítt.
Kl. 20.20: Brunaumsjón Landsins tekur samanum
Kl. 21.00: Liðugt
Umleið 30 fólk møttu til eftirmetingarfundin.
Tað gekk væl
Allir luttakarir greiddu frá sínum parti í tilbúgvingini hendan dagin, og var hendingin gjøgnumgingin slaviskt frá at boðini um eldin komu millum kl. 15.04 og 15.09, til eldurin var sløktur kl. 17.50.
Semja var millum partarnar um, at sjálvt tilbúgvingararbeiðið ella "innsatsurin" gekk róliga fyri seg og kendu luttakararnir í tilbúgvingini seg tryggan, meðan arbeiðið fór fram. Ingibjørn Eldevig frá politinum málbar seg nakað soleiðis: "Eg kendi meg púra tryggan, og hevði fullkomiliga álit á tilbúgvingini. Vit eru før fyri at taka slíka uppgávu, og eiga vit at gleðast um tað".
Sløkkiliðini bæði tóku undir við, at samstarvið og -skiftið partanna millum í sjálvum bjargingararbeiðnum gekk væl.
Niðurstøða frá eftirmetingarfundinum
- Havandi í huga, at ongin tilbúgvingarætlan var fyri tunnilin, og at sløkkiliðini mangla venjing í sløkking av eldi í tunli, gekk "innsatsurin" í Norðskálatunlinum eftir umstøðunum væl.
- Ein tilbúgvingarætlan fyri sjálvan tunnilin hevði gjørt stóran mun. Allir partar í tilbúgvingararbeiðnum høvdu tá kent tunnilin og leiklutin hjá hvørjum øðrum betri.
- Venjingar í tunlum eru neyðugar.
- Tekningar og merkingar av tunlinum eru ein hjálp í tilbúgvingararbeiðnum.
- Upplýsing til tey ferðandi um, hvat er rætt at gera í eini kreppustøðu er neyðug.
Hvørji stig verða nú tikin?
1. Tilbúgvingarætlanir til allar tunlar
Endamálið við tilbúgvingarætlanum yvirhøvur er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Í eini tilbúgvingarætlan hava allir partar í tilbúgvingini fastar mannagongdir. Av tí at eitt møguligt óhapp í einum tunli krevur, at fleiri partar seta inn, er neyðugt at ein tilbúgvingarætlan fastleggur bæði førleika og arbeiðsgongdir í bjargingararbeiðnum. Allir partar í tilbúgvingini hava ábyrgd av at gera og dagføra deilplanin fyri sítt arbeiðsøki, meðan Landsverk samskipar tilbúgvingarætlanina og skipar fyri, at venjingar verða hildnar í tunlinum.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at tilbúgvingarætlanir eru gjørdar til allar nýggjar tunlar í Føroyum og tunlar, sum verða dagførdir, tí hesir tunlar hava alla ta neyðugu trygdarútgerðina.
Sum liður í arbeiðnum at dagføra Norðskálatunnilin, arbeiðir Landsverk eisini við at gera eina tilbúgvingarætlan fyri júst hendan tunnilin. Tilbúgvingarætlanin fyri Norðskálatunnilin skal fyriliggja í mars/apríl í ár. Arbeiðið endar við eini venjing í tunlinum.
Nú fer Landsverk at kanna møguleikan at gera tilbúgvingarætlanir fyri allar tunlar í landinum - eisini teir, sum í dag onga trygdarútgerð hava, tí so fært tú í øllum førum gjøgnumgingið allar mannagongdir og ábyrgdarøkir umframt havt venjingar í tunlunum. Júst venjingar í bjargingararbeiði í tunlum var nakað, sum sløkkiliðini bæði eftirlýstu á eftirmetingarfundinum ísv. eldsbrunan í Norðskálatunlinum.
2. Trygdarætlan til arbeiðstakarar ísv. smærri arbeiðir/viðlíkahald í tunli
Sum nakað nýtt hava Landsverk og Brunaumsjón Landsins nú í kjalavørinum av hendingini í Norðskálatunlinum gjørt eina skitsu til eina trygdarætlan fyri arbeiðstakarar í tunlum í Føroyum afturat teimum treytum, sum Arbeiðseftirlitið vanliga setur. Framyvir verður kravt av øllum, sum skulu arbeiða inni í tunlunum, at tey hava ávísar førleikar og vitan um eitt nú tilkallingarmannagongdir, útgerð í tunlinum, 1. hjálp, eldsløkking o.s.fr. Trygdarætlanin verður útflýggjað øllum komandi arbeiðstakarum í tunlum hjá Landsverki.
3. Faldari til bilførarar um trygga atferð í tunli
At enda er tað faldarin frá Landsverki til bilførarar um trygga atferð, tá ið koyrt verður í tunli, sum nú eisini verður at fáa á fylgjandi Shell og Statoil støðum kring landið.
STATOILSHELLVágurNorðari Ringvegur í HavnGundadalur í HavnFrælsið í HavnKollafjørðurGøtudalurSkálabotnurKlaksvíkSaltangará
Klaksvík
Landsverk heitir framvegis á fólk um at hava ein tílíkan faldara liggjandi í bilinum, soleiðis at tú sum bilførari veitst, hvussu tú skalt bera teg at, tá ið tú koyrir í tunli.