Eftir at Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, sum Gróðurstøðin hoyrir undir, hevði bjóðað vælkomin og takkað avvarðandi pørtum fyri bæði vælvild og væl avgreitt byggiarbeiði, nýtti landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, høvið at siga nøkur orð. Eisini hann fegnaðist um, at Gróðurstøðin umsíður hevur fingið virðiligar karmar at arbeiða undir.
Somleiðis fekk Jóhann Mortensen, formaður í Skóðfriðingarnevndini, orðið. Skóðfriðingarnevndin, sum er vald av landsstýrinum, hevur sum eitt høvuðsendamál at virka fyri einum hóskandi plantupolitikki hjá landi, kommunum og borgarum annars.
Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, segði millum annað, at samstarvið og byggingin av nýggju rakstrarhallunum hevið verið fyrimyndarligt. Eisini hann legði dent á, hvussu stóran týdning tað fer at fáa fyri virksemið hjá Gróðurstøðini, at arbeiðssumstøðurnar nú eru vorðnar so góðar.
Aftan á vístu hann og Rakul Dam Lindberg, røktarleiðari, runt á Gróðurstøðini, har tað verða dyrkaði fleiri enn 150 plantusløg og variantar av plantusløgum.
Tey vitjandi í gjár fingu hvør sín plantupakka við heim at seta niður og harvið bjóða várinum vælkomnum.
Byggingin av nýggju rakstrarhallunum hjá Gróðurstøðini hava kostað umleið 3,5 mió. krónur. Høvuðsarbeiðstakari er J&K Petersen, meðan EL.Fo hevur gjørt elarbeiðið.