16-12-2008
Dýr og dálkandi hús
CO2-ÁLIT: Nógv hús og bygningar eru illa bjálvað. Tey eru dýr í rakstri og hava stórt hitatap. Umhvørvisbólkurin mælir til at seta orkukrøv, tá ið loyvi verða latin til nýbygging og umbygging

løgan kostar. Men vit vinna tað innaftur eftir fáum árum. Og dálkingin fer at minka.

Privatir bústaðir og aðrir bygningar teljast millum stóru oljuslúkararnar í Føroyum. Teir standa fyri umleið 30 % av samlaðu oljunýtsluni. Hetta kann broytast, um samfelagið setir brúkarum orkukrøv, sum minka um oljunýtsluna.

Tað heldur bólkinum, sum hevur skriva álit um hvussu Føroyar kunnu minka útlátið av veðurlagsgassi við 35 % fram til 2020.

Veðurlagsbólkurin heldur, at munagóð tiltøk kunnu gerast, so at føroysk hús og bygningar verða munandi bíligari at reka, samstundis sum tey fara at dálka minni.

Kunnu spara 50%

Stórar sparingar og skerjing í útlátinum kunnu fáast til vega við at tetta og bjálva hús og bygningar betri.

Nógv hús tapa nógvan hita, tí tey eru so illa bjálvaði. Serliga eldri hús, har orkutørvurin liggur um 250-300 kWh/m2. Til sammetingar eru krøvini til nýggj hús í Danmark 85 kWh/m2. Við øðrum orðum er orkutørvurin í teimum eldru føroysku húsunum tríggjar ferðir so høgur sum tey donsku krøvini.

Við at bjálva, tetta og gera onnur tiltøk kunnu húsini spara 40-50% í oljunýtslu, metir umhvørvisbólkurin. Kanningar í Danmark hava staðfest, at eftirbjálving loysir seg væl fíggjarliga og at íløgan verður vunnin innaftur eftir fáum árum.

Eftirlit við oljufýrum

Flestu sethús og bygningar í Føroyum verða hitað við oljufýrdari miðstovuhitaskipan. Umhvørvisbólkurin vísir á, at ein nýggj hitaskipan hevur vanliga 90-95 % orkuvirkni, men at eldri skipanir hava heilt niður í 60% orkuvirkni.

Tískil verður mælt til at krøv verða sett um eftirlit við oljufýrskipanini minst fimta hvørt ár, og at frágreiðing verður latin eigarunum um møguligar ábøtur. Samstundis skal eigarum fáa at vita, um oljufýrið er í slíkum standi at tað loysir seg betri at skifta tað út við eina nýggja og virknari skipan.

Orkumerking

Mælt verður til, at orkumerkja bygningar í sambandi við nýbygging, umbygging og sølu. Ein slík merking hevði víst hvussu dýr húsini eru at reka í olju. Tað kundi ávirkað sølu- og leiguvirðið, tí keyparar og leigarar høvdu sæð hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar eru av bygningunum.

Hetta hevði eggja húsaeigarum til at bøtt um orkustøðuna. Royndir í Danmark vísa, at í 75% av bygningunum eru upplagdir møguleikar at fremja orkusparandi tiltøk, har afturgjaldstíðin er 8 ár. Tað vil siga at eftir 8 árum er íløgan vunnin innaftur.

Almennir bygningar

Fleiri av bygningunum, sum tað almenna eigur lúka ikki nútíðar orkukrøv, staðfestir umhvørvisbólkurin.

Hildið verður, at tað almenna eigur at ganga á odda við nýhugsan og nýggjari tøki, tá ið umræður upphiting og streymnýtslu í almennum bygningum

Skotið verður upp, at landið játtar 4-5 milliónur krónur árliga, so at almennir stovnar kunnu søkja um stuðul til at gera alternativar skipanir, ið spara um orkunýtsluna.



FAKTA - Oljufýr og ketlar

Dálking: Samlaða CO2 útlátið minkar 3%

Sparing: 20-30% sparing í orkunýtsluni. Umleið 8.000 kr. um árið hjá einstaka húsarhaldinum

Mett íløga: 20.000 kr. hjá einstaka húsarhaldinum


Umhvørvisbólkurin vísir á, at húsarhaldið sparir pengar og at útlátið minkar munandi, um óeffektivir ketlar og oljufýr verða skift út í góðari tíð.

Úrslit: