01-12-2005
Dekknýtslan veturin 2004/2005

Skrásetingin av dekknýtsluni í Føroyum í vetrarhálvuni 2004/2005 fór fram í desember 2004 og februar og apríl í 2005, og kannaðir vóru 28% av teimum 20.367 persónbilunum í landinum. Tað verður kannað á støðum kring alt landið, har nógv akfør eru, t.d. við stór parkeringsøkir, skúlar, fiskavirkir, stórar handilsfyritøkur o.s.fr.


Sum sæst er nýtslan av píkadekkum farin frá 44% í 1996/97, tá 38% av øllum persónbilum vóru kannaðir, niður á 38% í 2004/2005. Nýtslan av summardekkum er farin frá 40% í 1996/97 niður á 27% í 2004/2005. Hinvegin er nýtslan av vetrardekkum farin frá 16% í 1996/97 upp á 36% í 2004/2005.

Størst píkadekknýtsla síðsta vetur var í Norðurstreymoy, meðan størst vetrardekknýtsla var í Vágum og Eysturoy.

Prosentparturin fyri píkadekknýtslu í Føroyum er væl lægri enn í grannalondunum, hetta sjálvt um vit eisini salta minni samanborið við okkara grannar.

Úrslit: