01-12-2005
Deildarleiðari til bygningadeildina settur

01. desember 2005 var Mayfinn Norðoy settur í starv sum deildarleiðari á bygningadeildini hjá Landsverki.

Útbúgving
Mayfinn Norðoy er 35 ára gamal og útbúgvin arkitektur frá "Kunstakademiets Arkitektskole" í Keypmannahavn í 1999.

Arbeiðsroyndir
Eftir loknað útbúgving starvaðist hann fyrst á teknistovuni "Arkitektar '99" hjá Maritu Weihe og Jóhan Laksafoss. Seinastu árini hevur Mayfinn Norðoy starvast á Føroya Fornminnisavni sum deildarleiðari á bygningadeildini.

Úrslit: