Fyrireikingararbeiðið til nógv umtalaða Skúladepilin í Marknagili gongur eftir ætlan. Í morgin skipar Landsverk fyri verkstovu, har tríggir danskir rektarar og skúlaleiðarar fara at greiða frá, hvussu undirvísingin á teirra miðnámsskúlum fer fram og verður skipað.
Talan er um Allan Kjær Andersen, sum er rektari á Ørestad Gymnasium, ið er ein nýggjur og sera nýmótans miðnámsskúli í Keypmannahavn. Eisini er Lise Hansen, sum er vararektari á Egaa Gymnasium, við á ferðini hendanvegin, meðan triðja umboðið fyri donsku miðnámsskúlarnar er Suzanne Søderberg, ið er útbúgvingarleiðari og verkætlanarleiðari fyri útbyggingina av Roskilde Tekniske Skole. Harafturat fer Finn Nørgaard, arkitektur frá BIG, ið er partur av Fuglark, sum vunnu kappingina um at tekna og projektera Marknagilsdepilin, at greiða frá størstu byggiætlanini í Føroya søgu. Eisini fer Helle Drews, fysioterepeutur á Sernámsdeplinum, at hava ein fyrilestur, sum hon kallar “Sanser og stimuli”. Somuleiðis luttaka umboð fyri Mentamálaráðið og teir tríggjar skúlarnar, ið skulu húsast í nýggja skúlanum, sum eru Handilsskúlin, Studentaskúlin og Tekniski Skúli.