18-11-2022
Dalstunnilin – helvtin borað
Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni. Tunnilin verður umleið 2200 metrar.

Í gjár 17. november 2022 var komið á 1102 metrar og er ætlanin at komið er í gjøgnum fjallið til Dals í seinnu hálvu av 2023. 

Høvuðsbyggiplásssið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað innan Landsverk við egnum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum.
Avlopsgrótið frá tunlinum er higartil brúkt til breiðkan av Skálavíkarvegnum.
Væntaða nýtslan í 2022 til tunnilsverkætlanina er 18 mio.kr.

 

Úrslit: