14-07-2020
Dagur fyri lesandi: Betong / DNA
- Vit byggja land fyri menniskju - fyri DNA. Vit byggja við betong til menniskju. Men hvat atlit stendur fremst? Betong / DNA er ein evnisdagur fyri føroysk lesandi, sum hava hug at evna føroyska rúmið í framtíðini.

Framgongdin hjá mannaættini stendur á eginleikanum at byggja land, at byggja samfeløg, at byggja hús og heim, at byggja verksmiðjur, skapa tryggar havnir og spreingja tunlar - at byggja er jú at byggja land.

Men onkuntíð taka atlit um funktión, nøgd, prís og tíð mesta uppmerksemi og vit fáa rúm, sum menniskjan ikki kennir seg heima í og ikki dugir at liva í og brúka. Aðrar tíðir, so eru atlitini vakurleiki, estetikkur, samvera, náttúra og samband fremri í hugaheiminum á teimum, sum byggja. Avbjóðingin í dag og til allar tíðir er at finna natúrligu javnvágina millum betong og DNA.

Betong / DNA er ein evnisdagur, sum Landsverk og MFS skipa fyri í felag. Endamálið er at savna føroysk lesandi, sum útbúgva seg innan bygging, landslag, design og planlegging umframt aðrar yrkisgreinar, sum hava við menniskju og bygging, rúmið og lívið, samfelagið og menniskjaligu javnvágina at gera, til ein dag við kjaki, fyrilestrum, útferðum og hugnaligari samveru.

Hugskotið við evnisdegnum er at knýta bond millum føroysk lesandi, sum hava áhuga í bygging og á tann hátt seta hol á eitt kjak um framtíðar Føroyar. Fyrilestrarhaldararnir eru profilar innan eitt nú føroyskan arkitektur, byggivinnu, byggiharravirksemi, antropologi og list.

Betong / DNA verður hósdagin 23. juli 2020 á Landsverki í Havn. Kunnað verður leypandi um tiltakið á heimasíðuni lv.fo og á sosialu miðlunum hjá MFS.

Øll føroysk lesandi, sum hava áhuga í bygging og í hvussu føroyska rúmið skal síggja út í komandi tíðum, eru vælkomin. Evnisdagurin er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til dagin í seinasta lagi 21. juli á midnátt. Rúm er fyri í mesta lagi 85 tilmeldingum.

Til ber at skráseta seg á hesi leinkju: https://forms.gle/xDLfuoVsq8EgTAMh7 

Vegna fyriskipararnar

Sigurd L. Lamhauge
stjóri á Landsverki                

Borgný Súsonnudóttir Hansen
altjóða skrivari hjá MFS

Úrslit: