13-09-2006
Dagføring av vegaumsitingarøkinum

Mikudagin 6. september var kunnandi fundur hildin á Lambareiði fyri starvsfólkunum í viðlíkahaldinum hjá Landsverki.

Tað hevur leingi ligið í kortinum at fremja nakrar broytingar í viðlíkahaldinum fyri at fáa eina so optimala vegaumsiting sum til ber.

Samanlegging av økjum
Vegadeildin hevur fyrst og fremst valt at leggja vegaumsitingarøkir saman, soleiðis at tað nú eru 3 størri eindir í staðin fyri 6 smærri:

 

 

  • Norðurøkið: Norðoyggjar og Eysturoy. Árni Jacobsen økisleiðari.
  • Miðøkið: Vágar, Sandoy, Streymoy og ein lítil partur av Eysturoy (sæst á kortinum niðanfyri). Danial Syderbø økisleiðari.
  • Suðurøkið: Suðuroy. Asbjørn Mortensen økisleiðari.

 

 



Rák er fyri størri eindum í løtuni. Vit síggja tað í londunum rundan um okkum, men eisini her heima hevur onkur stovnur gjørt tað sama. Nú tá ið betri samband er við teimum báðum undirsjóvartunlunum, er tað eisini ein natúrlig gongd at leggja økir saman.

Eitt nýtt økið: Tunnils- og brúgvaviðlíkahaldsøkið
Samstundis sum økir verða løgd saman, fer vegadeildin eisini beinanvegin at seta á stovn eitt serstakt tunnils- og brúgvaviðlíkahaldsøkið. Hetta fyri at leggja størri dent á viðlíkahaldið av tunlum og brúm og fáa arbeiðsøkið skipað enn betri.

Nær kemur tað í gildi?
Alt hetta kom í gildi 6. september.

Úrslit: