Nú verður farið undir at gera størri ábøtur á Selatraðarvegnum. Stórur tørvur er á at dagføra vegin, sum er ótíðarhóskandi til nútíðar ferðslu.
Vegurin verður breiðkaður til tvær vegbreytir, sum hvør verður 3,25m breið. Harafturat verður linjuføringin rættað út, soleiðis at hon passar betri til ferðina uttanfyri bygt økið og vertikalkurvarnar broyttar, soleiðis at sýnið verður betri og koyriupplivingin og ferðslutrygdin so góð sum gjørligt.
Gjøgnumkoyring hvønn heilan tíma
Í sambandi við hetta arbeiðið, verður vegurin stongdur fyri allari ferðslu frá mánadegi 29. oktober. Vegurin verður opin fyri allari ferðslu hvønn heilan tíma.