19-02-2009
Byggiskrá fyri Marknagil handað Mentamálaráðnum
MARKNAGIL: Byggiskráin fyri Skúladepilin við Marknagil, varð í dag handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu D. á Neystabø. Byggiskráin verður í næstum send út til tey fimm, sum eru vald út at bjóða upp á prosjekteringsarbeiðið.

Í dag varð byggiskráin fyri Skúladepilin við Marknagil handað landsstýriskvinnuni, Helenu D. á Neystabø. Tað er ein bygginevnd, við umboðnum fyri leiðslu og lærarar á Handilsskúlanum, Tekniska Skúla og Studentaskúlanum, sum saman við Landsverk hevur latið gjørt byggiskránna.

Herfyri vóru fimm vald út til at bjóða uppá prosjekteringsarbeiðið við Skúladepilin við Marknagil. Og hesi fáa í næstum sendandi byggiskránna.

Úrslit: