29-11-2014
Fyrsta skotið fyri Viðareiðistunlinum

VIÐAREIÐISTUNNILIN: Tað var í seinnu helvt av februar í ár, at arbeiðstakarasáttmálin um nýggju farleiðina til Viðareiðis varð undirskrivaður av Landsverki og Samtakinum Articon & norska LNS í skúlanum á Viðareiði. 

 

Verkætlanin viðvíkjandi nógv umrødda tunlinum til Viðareiðis við tilhoyrandi vegagerð, er komin so væl áleiðis, at fyrsta skotið til sjálvan tunnilin nú verður latið av. 

 

Hetta hendir mánadagin 1. desember kl. 14.00 hvannasundsmegin tætt við smiðjuna hjá Landsverki. Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til eitt minni hátiðarhald á staðnum. Aftaná eru øll vælkomin til ein kaffimunn í smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi. 

 

Av trygdarávum verður heitt á fólk um at møta nakað áðrenn kl. 14 við smiðjuna og seta sín bil har. Bussur flytir fólk norður á staðið, har fyrsta skotið veður latið av. 

 

Um verkætlanina

Nýggja farleiðin skal tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. 

 

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til og við Skúvadalsleiti, haðani verandi vegur (1.400 m) verður breiðkaður inn til Viðareiðis. 

 

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar. 

 

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið hjá Landsverki í Norðdepli til seinni nýtslu. 
 

Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2017.

Úrslit: