12-06-2015
Spaki settur í fyri depli á Sandi
VERKÆTLAN: Tað var hátíðardámur heima á Sandi hósdagin, tá landsstýriskvinnan í almannamálum loysti fyrsta flagið fyri nýggja Virknis- og Umlættingardeplinum í oynni, sum fær pláss fyri átta brúkarum.

Økið við komandi Virknis- og Umlættingardeplinum er 2.928 fermetrar til støddar, og sjálvur bygningurin verður 481 fermetrar. Pláss verður fyri átta umlættingarplássum, eins og deplilin skal hýsa heimabúgvandi børnum úr nærumhvørvinum eftir skúlatíð.

 

Bygningurin er soleiðis háttaður, at møguleiki verður fyri at broyta innrætting og virksemi, um tørvur einaferð skuldi verið á hesum.
 

Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 17 hósdagin, so flest møgulig fólk høvdu møguleika fyri at luttaka í tiltakinum. Talið av luttakarum mundi liggja um eini hundrað.

 

Áðrenn landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, fekk handað spakan, segði Barbara Mikkelsen, leiðari á Byggideildini á Landsverk, nøkur orð um verkætlanina. 

 

Hon upplýsti, at bygginevndin við støði í arbeiðssetninginum var komin til ta niðurstøðu, at verkætlanin skuldi fevna um ein virknis- og umlættingardepil fyri børn og ung í Føroyum við serligum avbjóðingum, umframt átta umlættingarpláss.

 

Borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, segði seg frøast um, at Sandoyggin nú eisini fer at kunna bjóða eitt virknis- og umlættingartilboð fram í oynni og Føroyum annars.

 

Eftir hetta hevði ráðgevarafyritøkan Kontrast, ið hevur teknað og prosjekterað bygningin, eina framløgu, har greitt varð frá bygninginum og tí virksemi, sum har verður. 

 

Verkætlanin varð boðin út í februar 2015, har Sp/f VD við Valbirni Dalsgarð hevði lægsta boðið.

 

Kostnaðarætlanin er umleið 14,2 krónur, og nýggi depilin á Sandi skal eftir ætlan takast í nýtslu á heysti í 2016.

Úrslit: