29-08-2016
Viðareiðistunnilin letur upp

VERKÆTLAN: Fríggjadagin 2. september letur Viðareiðistunnilin upp alment. Tað verða Fía Sørensen og Jógvan Thomasen, millum elstu borgarar í ávikavist Hvannasundi og á Viðareiði, sum saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, Hendriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, og stjóranum á Landsverki, Ewaldi Kjølbro, verða tey fyrstu at koyra ígjøgnum tunnilin.

SKRÁIN
Kl. 14.15
Bussar koyra frá Hotel Norð á Viðareiði til tunnilsmunnan hvannasundsmegin.

Kl. 14.45
Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Kl. 15.00
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, flytir fram røðu.
Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sker snórin.

Síðani fer bilafylgið ígjøgnum tunnilin, nøkur ellisakfør, Rynkeby súkklur, rennarar frá rennifelagnum Treysti úr Klaksvík og seinast fólk, ið ynskja at ganga ígjøgnum tunnilin. Øll eru vælkomin at renna og ganga við.

Kl. 16-18
Alment hátiðarhald á Hotel Norð á Viðareiði, har borgarstjórin í Viðareiðis kommunu, Hans Jákup Kallsberg, bjóðar vælkomin. Borðreitt verður við kaffi, té, kransakøku, tunnilskøku og øðrum góðum. Danny & the Veetos spæla í teltinum uttan fyri hotellið.

Aftaná almenna hátíðarhaldið ber til at keypa sær tunnilsbúff v/undirhaldi á Hotel Norð. Robert Mc. Birnie og Hilmar Jan Hansen undirhalda. Seinni verður tunnilsdansur við Signari í Homrum. Tey, ið hava áhuga í tiltakinum á Hotel Norð kunnu tekna seg til døgurðan og dansin við at ringja til Hotel Norð tel. 451 244.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}