Lýsing

Verandi farleið Norður um Fjall úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vóru latnir upp ávikavist í 1965 og 1967. Tunlarnir eru einbreytaðir og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er einans 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar. Tí kunnu heilt stór akfør ikki koyra ígjøgnum tunlarnar. Tunlarnir eru sostatt ein fløskuhálsur til fyri virksemið norðan fyri tunlarnar. Í 2018 var gerandisferðslan um samdøgrið 1.400 akfør, sum eru tald vestan fyri Árnafjarðartunnilin. Í januar 2018 búðu 355 fólk á Viðareiði, 245 í Hvannasundi, 166 í Norðdepli, 1 í Depli, 2 á Norðtoftum og 64 í Árnafirði.

Støðan

januar 2024

Arbeitt verur við at byggja vegin upp í Ánunum, tyrva portalar, vatntryggja tunlarnar, leggja innstallatiónir í vegin og so er el arbeiði byrja.

september 2023

Arbeiði gongur eftir ætlan, tíðarætlanin sigur at arbeiði verur avhanda seinast í 2024 og tað sær út til at halda.

august 2022

Hugnaløta var í Árnafirði 18. august, nú 3000 m. eru sprongdir tilsamans fyri báðar tunlarnar.

Arbeiði at gera nýggjur tunlarnar norður um Fjall gongur væl, og eru nú í alt sprongdir 3000 m. fyri báðar tunlarnar. 

mai 2022

Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl og er nú helvtin av arbeiðinum gjørt.

januar 2022
Arbeiði gongur eftir ætlað og er nýtt vikumet sett. Í viku 3 vórðu boraðir íalt 98m, sum er nýtt vikumet fyri tunlarnar.
Landsverk fegnast um gongdina og arbeiði sum higartil er gjørt. 
 
desember 2021

Arbeiði at byggja nýggju tunlarnar norður um Fjall gongur væl. Seinastu tríggjar vikurnar eru tilsamans borðaðar 198m fyri báðar tunlarnar.

januar 2020

Arbeiðið við dagføringini av verkætlanini er ikki heilt liðugt og heldur fram nakað inn í 2020. Avgerð skal eitt nú takast, um munnarnir skulu gravast út, áðrenn tunnilin verður boðin út. Játtanin í 2019 var á 1,5 mió. kr., men nakað leyp av, sum var flutt til 2020, so til ber at halda fram við fyrireiking av verkætlanini.

Fakta

Arbeiðsánari: Landsverk

Byggiharri: Landsverk

Tekniskur ráðgevi: LBF

Fakeftirlit tunnil: LBF og SMJ

Fakeftirlit vegir: LBF

Arbeiðstakari: Articon

Tíðarætlan: Mars 2021 - Desember 2024

Samlaður fíggjarkarmur: 522 mió. 

factimg
Úrslit: