24-09-2014
Skúladepilin við Marknagil: HVS-arbeiðstøkan undirskrivað

BYGGING: Fyrrapartin í dag undirskrivaði Landsverk tveir sáttmálar við ávikavist føroyska Demich um at seta upp luftskiftisskipan og danska Brøndum International um VVS arbeiði til nýggja Skúladepilin við Marknagil. 
 

Sáttmálin við Demich er á 21 mió. kr., meðan sáttmálin við Brøndum International um VVS arbeiði er á 22,2 mió. kr.
 

- Talan er um tvær royndar fyritøkur, ið skulu taka sær av hesi arbeiðstøku og gleðast vit um, at tað hevur eydnast okkum at koma á mál við hesum. Møguleiki var ikki at fáa alt hetta arbeiðið á føroyskar hendur,men helvtina hevur so ein føroysk fyritøka fingið, sigur Arne Debess Madsen, verkætlanarleiðari á Landsverki.

 

Stjórin á Landsverki er somuleiðis væl nøgdur við, at HVS-arbeiðstøkan nú er undirskrivað. 

 

- Vit fegnast sjálvandi um, at føroysk fyritøka eisini kann vera við í so stórari og týdningarmiklari arbeiðstøku og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

 

Tað eru í løtuni umleið 50 arbeiðsfólk á byggiplássinum við Marknagil. Arbeitt hevur verið við at montera stálelementir, betongelementir og betongdekk, og nú síggjast av álvara rúm í byggjarínum, og tú fært eina hóming av samlaðu støddini. 

 

Arbeiðstøkurnar við Marknagil eru níggju í tali. Tað eru jørð, kloakk, betong og stálarbeiði – innilokan – innrætting o.a – el-arbeiði o.a. – HVS, luftskiftisskipanir o.a. – múraraarbeiði o.a. – málaraarbeið – lendisarbeiði o.a. – byggipláss.

 

Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu. Samlaða gólvvíddin er 19.500 fermetrar, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Málið hevur frá byrjan verið at hátta byggingina soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt og nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. 

 

Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 mió., íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.
 

Um nakar ynskir at vita meira um málið, kann viðkomandi seta seg í samband við samskiftistænastuna á Landsverki, tlf. 290804/805.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}