02-02-2016
Síðstu arbeiðstøkurnar við Marknagil bjóðast út
BYGGING: Um stutta tíð verða tær arbeiðstøkur, ið eftir eru at bjóða upp á í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, Glasir, alment bodnar út. Talan er um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, timburgólv og flísaarbeiði.

Í løtuni verður samráðst við teir undirveitarar, sum vóru lægstir á tilboðsdegnum, um arbeiðstøkurnar, ið eftir eru at gera. 

 

Málið er at halda fast í so nógvar upprunaveitarar sum gjørligt, tí tað liggur fitt av fyrireikingararbeiði í arbeiðstøkunum, sum longu er gjørt. Talan er um arbeiðstøkur, ið høvuðsarbeiðstakarin TG Verk upprunaliga vann, og sum fevna um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, gólv og flísaarbeiði. Umframt innbúgv eru hesar arbeiðstøkurnar tær seinastu, sum verða bodnar út.

 

Eftir ætlan skulu hesi arbeiðini byrja til várs, og tey fara at vera í gongd heilt fram til avhendingina næsta ár. 

 

Tá hetta arbeiðið er komið undir land, og tilboðini komin inn, eru allar arbeiðstøkurnar við Marknagil avgreiddar. Sostatt er hetta almenna útboðið tað síðsta týðandi stigið í verkætlanini, sum eftir ætlan skal verða liðug á sumri 2017.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}