Lýsing

Nýtt sambýli verður bygt á matr. nr. 4cl, 4cm og 4bs á Argjum, ið fevnir um bæði bygning, atkomu, parkeringsøki og uttanumøki. Byggjast skal ein bygningur á 1.200-1.300 fermetrar. Sambýlið skal líkjast einum vanligum bústaði og tískil fella væl inn í bústaðarumhvørvið í økinum.

Sambýlið er býtt í eindir, og einstøku eindirnar skulu ikki órógva hvørja aðra í dagliga umhvørvinum, men heldur stuðla undir virksemið har. Í grundgevingini fyri verkætlanini verður sagt, at fólk við menningartarni og fjølbreki eru sera ymisk og hava hvør sín serstaka tørv, sum nýggja sambýlið skal rúma. Komandi íbúgvarnir skulu kenna seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi, sum á natúrligan hátt verður sjónligur partur av grannalagnum.

Sambýlið skal bæði fyri íbúgvar og vitjandi upplivast sum eitt heim og ikki ein stovnur. Á sambýlinum verða 18 røktarbústaðir, felagshølir og starvsfólkahølir. Bygningurin er býttur upp í tvær búeindir og eina felagseind. Hvør búeind verður verður skipað innanhýsis í tveimum bólkum við ávikavist fýra og fimm húsfólkum, har hesi hava egna íbúð við felags køki og stovu. Í felagseindini verða felags hentleikar til báðar búeindirnar, sum eitt nú fevna um sansarúm, goymslur og hóskandi umstøður til starvsfólkini. 

Støðan

februar 2024

Gongd er á, at leggja gólv og mála bygningin innan. 
Lendisarbeiðið gongur væl, gøtan runt um bygningin á norður og vestur síðuni er gjørd og í løtuni er gongd á at gera rekkverk, framvið gøtuni.
 

august 2022

Størsti parturin av avgrevstrinum er liðugt. Spreingiarbeiðið er byrjað og væl ávegis.  

juni 2022

Týsdagin 28. juni loysti landsstýrismaðurin í Almannamálum, Sólvit E. Nolsøe, fyrsta flagið. 

mai 2022

Arbeiðstakarasáttmálar gjørdir um sambýlið í Reynstún á Argjum. 

mars 2022

Tórshavnar kommuna hevur samtykt byggiloyvi til Sambýlið í Reynstún. 

februar 2022

Landsverk bíðar eftir byggiloyvi til at fara í gongd við verkætlanina. 

januar 2020

Arbeiðið at prosjektera Sambýli í Reynstúni varð boðið út í 2018, og MAP arkitektar vunnu uppgávuna at prosjektera. Skipanaruppskotið var handað Landsverki 5. mars 2019. Síðani er ikki meira hent í málinum. Eingin játtan fyriliggur, og tískil kann Landsverk ikki undirskriva ráðgevaraavtaluna við MAP Arkitektar.

 

januar 2019

Undangóðkenning av ráðgevum fór fram í oktober 2018, har fýra ráðgevarar vórðu undangóðkendir. Talan var um MAP Arkitektar, ZETA Arkitektar, Arkitektar 99 og SNA. Tilboð upp á sjálva ráðgevingina vórðu latin inn fyrst í desember, og MAP Arkitektar vunnu uppgávuna at standa fyri tekniskari ráðgeving í sambandi við arkitekta- og verkfrøðingaarbeiðið. Landsverk er í løtuni í sáttmálasamráðingum við MAP Arkitektar um heildarráðgeving. 

oktober 2018

Undangóðkenning til heildarráðgeving varð boðin út fyrst í oktober 2018, og freistin at senda inn umsókn er síðst í oktober 2018. Heildarráðgevingin verður boðin út síðst í 2018, og útboð til arbeiðstøkur í 4. ársfjórðingi 2019. Sjálv byggingin byrjar í 1. ársfjórðingi 2020, og verkætlanini skal væntandi verða liðug í 4. ársfjórðingi 2021.

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: MAP arkitektar

Høvuðsarbeiðstakarar: P/F Articon, P/F Maria Poulsen og Co. og Sp/f EL.FO

Tíðarætlan: Ultimo 2023

Kostnaðarætlan: Játtaðar eru 54 mió. kr. til verkætlanina

factimg
Úrslit: