Lýsing

Farið er undir 3. byggistig av Miðnámi á Kambsdali, sum er seinasti partur av fullføringini av heildarætlanini frá 2012 um út- og umbygging í sambandi við samanlegging av miðnámsskúlunum á Kambsdali. Talan er um ein landsstovn, sum er úrslit av samanlegging millum Studentaskúlan og Handilsskúlan á Kambsdali, sum fór fram 1. august 2015. Í 2. byggistigi varð dentur lagdur á sjálva samanleggingina, meðan 3. byggistig leggur dent á at skapa neyðugu karmarnar, sum verandi virksemi á Kambsdali krevur. Herundir at dagføra skúlan, so hann hølisliga er á hædd við aðrar miðnámsskúlar í landinum. 3. byggistig fevnir um ný- og útbygging av trimum virkisøkjum. Hesi eru 1) Náttúruvísindaøki 2) Matarhøli og felagsøki 3) Aula. Afturat hesum kemur ein fasa 2 í 3. byggistigi.

Støðan

januar 2020

Eftir ætlan skuldu 1,5 mió. kr. játtast í 2019, 5,0 mió. kr. í 2020, 8,0 mió. kr. í 2021, 3,5 mió. kr. í 2022 og 12,5 mió. kr. í 2023. Fyrst í prosjekteringstilgongdini varð staðfest, at samlaða játtanin ikki fór at halda. Saman við MMR var avgerð tikin um at halda fram við prosjekteringini, men so mátti okkurt í verkætlanini útsetast, til dømis innrættingin av náttúruvísindadeildini. Tá skipanaruppskotið varð handað Landsverki, varð staðfest, at henda ætlan heldur ikki kundi fremjast innan fyri verandi játtanarkarm. MMR var kunnað um støðuna og um, at antin mátti játtanin hækka, ella kom steðgur í verkætlanina. Eftir ynskjum frá bygginevndini, sum heldur vil bíða eftir hægri játta fyri at fáa rætta prosjektið gjørt, valdi MMR at steðga verkætlanini.

juli 2019

Skipanaruppskotið varð handað Landsverki 5. apríl. Orsakað av, at kostnaðurin var væl hægri enn tann, ið varð settur av til verkætlanina, er prosjekteringin fyribils steðgað.

mars 2019

Prosjekteringin er byrjað, og í løtuni verður arbeitt við skipanaruppskotinum.

januar 2019

Útboð um heildarráðgeving hevur verið, og Zeta vann útboðið. Í næstum verður farið undir sáttmálasamráðingar um heildarráðgevingina.

oktober 2018

Freistin til Undangóðkenning av heildarráðgeving er farin, og viðgerðin av umsóknunum er í oktober. Rágevingin fer fram í fyrru hálvu 2019, og sjálv byggingin byrjar í 1. ársfjórðing 2020 og skal eftir ætlan vera liðug í 4. ársfjórðingi 2021.

Fakta

Bygningsánari: Mentamálaráðið

Brúkari: Mentamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn

Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn

Tíðarætlan: Ráðgeving fer fram 1.-3. ársfjórðing 2019. Byggingin byrjar 1. ársfjórðing 2020, og verkætlanin verður væntandi liðug í 4. ársfjórðingi 2021

Kostnaðarætlan:  Í alt 29,2 mió. krónur

factimg
Úrslit: