10-11-2014
Hakin settur í fyri størri kringvarpshúsi
HÁTÍÐARHALD: Í dag var umsíðir settur skjøtil á fyri útbygging av kringvarpshúsinum í Sortudíki. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum setti hakan í fyrrapartin í dag.

Leingi væntaða útbyggingin av bygninginum hjá Kringvarpi Føroya er komið eitt stórt fet nærri, tí í dag varð hakin hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, settur í svørðin aftanfyri kringvarpshúsini.

Síðan Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vóru løgd saman í januar 2005, hevur tørvur verið á útbygging í Sortudíki, har samanlagdi stovnurin húsast í dag. Og nú verður so loksins farið undir at byggja út.

Hesin fyrsti parturin av útbyggingini fevnir um ein framleiðslubygning og ein tøknibygning. Sáttmáli er gjørdur við smápartafelagið ÁTS í Kaldbak, sum skal gera arbeiðið.

Tað er sølan av bygningunum í M. A. Winthersgøtu, sum Sjónvarpið átti og seldi, eftir at alt virksemið varð flutt niðan í Sortudíki, ið fíggjar útbyggingina.

Fyrrapartin varð skipað fyri hátíðarløtu í Sortudíki í sambandi við, at Bjørn Kalsø setti hakan í. Eins og Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, og Arne Debes Madsen, verkætlanarleiðari á Landsverki, sum bjóðaði vælkomin, segði landsstýrismaðurin seg fegnast um, at útbyggingin nú fer í gongd.

Eftir ætlan skal hetta arbeiðið vera liðugt í august næsta ár.

Her er nakrar myndir frá hátíðarløtuni, sum fór fram um 11-tíðina fyrrapartin.

Úrslit: