Endamálið við verkætlanini er at fáa eina tíðarhóskandi farleið millum Trongisvág og Hvalba. Hvalbiartunnilin var við í Samferðsluætlanini fyri 2008-20. Metingar eru gjørdar, um tað loysir seg at víðka verandi tunnil, ið er 1.460 metrar, men niðurstøðan er, at tað samanumtikið loysir seg best at gera ein nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegum. Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar, og komið er til eina loysn við einum tunli á 2.500 metrar. Talan er um eina loysn, har hædd eisini er tikin fyri einum komandi Suðuroyartunli.
Tíðindaskriv:
20.12.2019 Útbjóðing av Hvalbiartunlinum
7. juli 2020 var seinasta skotið latið av og var eitt hátíðarhald hildið í hesum sambandi. Nú eru meginparturin av fyrsta lagnum av asfaltinum lagt á. Í viku 6 fara menn í gongd aftur við asfaltarbeiði og verður arbeitt við tí, inntil alt asfaltið er liðugt. Hetta er treytað av, at veðrið er til vildar. Tað sum er eftir at gera, eru smá arbeiðir, tó undantikið el - arbeiði. Væntandi vera arbeiðsskúrar v.m. rigga av fyrsta dagin. Um ikki alt ov langa tíð, vera ongar maskinur eftir á plássinum, so tá verður fyri tað mesta EL og trygdarskipanir eftir at gera.
Arbeiðið við tunnilsbyggingini í Hvalba gongur væl. Umleið 1.750 metrar av 2.500 metrum eru nú boraðir, ella meira enn helvtin av tunlinum. Eisini vegarbeiðið gongur væl. Vegurin hvalbiarmegin, sum er 2,2 kilometrar langur, er nærum liðugur, meðan vegurin trongisvágsmegin væntandi verður liðugur í summar.
Arbeiðið gongur væl. Articon er framman fyri upprunaligu tíðarætlanina. Arbeitt verður við at gera eina nýggja tíðar- og arbeiðsætlan. Tann 10. januar 2020 umleið 1.000 metrar av umleið 2.500 metrum, sum er longdin av tunlinum. El-arbeiðstøkan verður boðin út í næstum.
Í heyst bjóðaði Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á verkætlanina. Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu. Tey eru J&K Petersen, NCC og samtakið Articon/LNS, sum tá vóru undangóðkend. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar 2019. Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslurnar ásettar til í mesta lagi 272 mió. krónur.
Mánadagin 14. mai varð spakin settur í fyri verkætlanini við Hvalbiartunlinum. Arbeiðið við at gera arbeiðsvegin hvalbiarmegin er farið í gongd, og hetta arbeiðið skal eftir ætlan vera liðgut í september. Forprosjekt verður liðugt í viku 26.
Prosjektuppskotið er liðugt, og farið er undir at gera forprosjekt. Arbeiðið við at gera ein arbeiðsveg Hvalbiarmegin í somu linju, sum endaligi vegurin verður lagdur, er boðið út, og lisitatión verður 28. mars 2018. Um játtanin í Løgtinginum næstu árini verður samsvarandi langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum, verður farið undir at bora sjálvan tunnilin í 2019.
Prosjekteringin av linjuni er komin væl áleiðis, og verkætlanin kann bjóðast út í ár, um játtan fæst til verkætlanina komandi ár. Játtanin í 2016 var 5,0 mió. krónur til prosjektering og aðrar fyrireikingar.
Bygningsánari: Samferðslumálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: P/F LBF
Arbeiðstakarar: Ikki avgjørt
Tíðarætlan: Ikki avgjørt
Kostnaðarætlan: Kostnaðarmetingin fyri nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegum er 250 mió. krónur. Byggitíðin er trý ár, treytað av at játtanin fylgir arbeiðsgongdini.