Lýsing

Fyri at gera ferðsluna tryggari á landsvegunum er ein játtan á umleið 5-6 mió. krónur árliga. Játtanin verður nýtt til ymsar smærri og størri ferðslutrygdarverkætlanir. Sum dømi kann nevnast:

  • at seta upp skelti og betra umstøðurnar hjá ferðafólki
  • at seta upp bilverju og gera verandi bilverju tryggari
  • at bøta um møguleikarnar hjá fólki at fara yvir um vegin
  • at betra um møguleikarnar hjá fólki á súkklu og til gongu við at gera eitt nú 2 minus 1 vegir
  • at betra um vegamerkingina kring landið
  • at gera smærri átrokandi asfaltarbeiðir
  • at betra um trygdarskipaninar í tunlunum 

 

Støðan

oktober 2022
  • Skelting: Ætlanin er at dagføra stóran part av vegvísingarskeltnum (Tey gulu skeltini) í serliga Eysturoynni, kring Skálafjørðin. Skeltini eru bíløgd og komin heim, og ein partur av teimum verða sett upp í ár. Ætlanin er at seta restina upp komandi ár.
  • Vegstokkur: Landsverk keypti ein serligan bil at seta pelar til vegstokk niður í fjør. Hesin verður brúktur til at dagføra vegastokk kring landi, har serliga tráðvegstokkur verður settur upp, har tað er møguligt.
  • Tunlar: Nakað av trygdarútgerðini í tunlum verður dagførd.
  • Asfaltering: Nøkur átrokandi smærri asfaltsarbeiðir verða gjørd í ár, har m.a. rundkoyringin í Runavík og vegurin til Norðoyri verða asfalteraði í ár.
juni 2017

Uppskot til trydgartiltøk í 2017 varð gjørt fyrst í árinum og góðkent í Samferðslumálaráðnum. Flestu verkætlanirnar eru liðugt planlagdar. Onkrar eru eisini farnar í gongd.

  • Í mai verður tað gjørt tryggari at fara yvir um landsvegin á Velbastaðvegnum við vestaru innkoyring til Havnar.
  • Í juni-sept verða vegaskeltir skift, fyrst og fremst í Norðoyggjum.
  • Í juni-sept. verður eitt strekki afturat á landsvegnum í Hvalba breiðkað til 2 minus 1 veg.
  • Í aug.-okt. verður 2 minus 1 vegur gjørdur í Vági.

Fakta

Ánari: Fíggjarmálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Ymisk

Arbeiðstakari: Ymisk

Tíðarætlan: 2022

Kostnaðarætlan: Játtanin til ferðslutrygdartiltøk í 2022 er 7,6 mió. krónur

factimg
Úrslit: