Seinast dagført: 01-01-2017

Skjal 1A

1A.1 Útrokningarreglur

1A.1.1 Útrokning av byggistigi

Stk. 1 Áseting

Við byggistig skilst prosentvísi parturin av víddini av ábygdum øki í mun til grundøkjavíddina.

(1A.1.1, stk. 1) Vegleiðing

Byggistig = ábygt øki / grundøkjavídd

1A.1.2 Útrokning av grundøkjavíddini

Stk. 1 Áseting

Grundøkjavíddin er víddin, sum er ásett fyri viðkomandi matrikulnummar.

(1A.1.2, stk. 1) Vegleiðing

Viðvíkjandi felags fastogn kann vísast til løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.

Stk. 2 Áseting

Tá grundøkjavíddin verður útroknað í samband við áseting av byggistigi, skulu vegøkir ella økir, sum skulu vera óbygd orsakað av horna­avskering ella fyriskipan um byggilinju fyri at tryggja eini vegagerð, verða íroknað grund­økjavíddina, tá ið nevndu økir í matriklinum eru tilskilað sum partur av samlaðu fastognini.

Stk. 3 Áseting

Íroknað grundøkjavíddina verður:

 

  1. Parturin á grundøkinum í einum sjálv­støðugum matrikuleraðum øki, sum er sett av til felags fríøki fyri fleiri ognir. Partarnir í tí sjálvstøðuga matrikuleraða fríøkinum verða býttir lutfalsliga eftir støddini á teimum einstøku grundøkjunum, uttan so, at ­kommunali byggi­myndugleikin í hvørjum einstøkum føri ásetur annað, undir hesum ein annan býtisnorm, ella at partar í felags fríøkinum ikki kunnu roknast uppí, og
     
  2. samlaða økið fyri fleiri matrikulnummur, tá ið tey eru ein felags fastogn og liggja uppat hvørjum øðrum.
(1A.1.2, stk. 3, nr. 1) Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin kann áseta ein annan býtisnorm, ella at partar av einum felags fríøki ikki vera íroknaðir, við eini ítøkiligari áseting í byggisamtykt.

(1A.1.2, stk. 3, nr. 2) Vegleiðing

Er galdandi fyri størri felagsognir, sum t.d. ­Berjabrekka í Tórshavn og onnur líknandi
bygging.

Stk. 4 Áseting

Íroknað grundøkjavíddina vera ikki:

  1. Økir á grundøkinum, sum liggja í einum øðrum umráði (sonu) enn tí, har bygt verður, og
     
  2.  matrikulnummur, sum eru partur av eini felags fastogn, men ikki liggja uppat hvørjum øðrum.

1A.1.3 Útrokning av samlaðu ­hæddarvíddini

Stk. 1 Áseting

Samlaða hæddarvíddin fyri ein bygning verður roknað út við at leggja saman hæddarvíddirnar á øllum hæddunum, íroknað kjallara- og lofts­hæddir, altanir, sum kunnu latast aftur, útistovur, sambindingargongir og líknandi.

Stk. 2 Áseting

Rúm, sum ganga ígjøgnum fleiri hæddir, vera bara íroknað hæddini, har gólvið er. Tó vera uttan- og innandura trappur, trappurúm, altangangir og lyftuslokur íroknað hvørja hædd.

(1A.1.3, stk. 2) Vegleiðing

Innleggingarslokur verða eisini íroknaðar hvørja hædd.

Stk. 3 Áseting

Íroknað hæddarvíddina vera ikki:

  1. Opnar altanir.
     
  2. Smáir bygningar við eini vídd á í mesta lagi 10 m².
     
  3. Ruskrúm á lendi.
     
  4. Innskotnar hæddir (hemsur) við eini vídd á í mesta lagi 4,5 m².
     
  5. Øki á lendinum, sum er undir uttandura trappum og altangangum.
     
  6. Uttandura neyðtrappur/rýmingarleiðs-­trappur.
(1A.1.3, stk. 3, nr. 2) Vegleiðing

Um fleiri enn 2 smáir bygningar við eini vídd á í mesta lagi 10 m² verða gjørdir, skulu hesir íroknast hæddarvíddina.

(1A.1.3, stk. 3, nr. 4) Vegleiðing

Fyri innskotnar hæddir (hemsur) verður einans tann parturin av gólvvíddini íroknaður, har frástøðan millum gólv og útsíðu á tekju er 1,5 m ella meira. Innrættast kunnu 2 ella fleiri innskotnar hæddir við eini vídd á í mesta lagi 4,5 m², men um innskotnu hæddirnar tá ikki skulu íroknast hæddarvíddina, er tað ein treyt, at tær ikki eru bundnar saman, og at atgongdin til tær er hvør sær.

Stk. 4 Áseting

Fyri bilhús, bilskýli, smáar bygningar sum lýstir í stk. 3, opnar tekjur, íroknað opnar taktar terassur og líknandi byggingar, verður bara tann parturin av víddini íroknaður hæddarvíddina, sum er meira enn:

  1. 20 m² fyri hvønn bústað í sambandi við íbúðarhúsabygging og í sambandi við samlaða bústaðarbygging við bæði lodd­røttum og vatnrøttum íbúðarskilnaði, umframt í sambandi við raðhús, ketuhús og líknandi sløg av heilt ella partvíst samanbygdum einbýlishúsum.
     
  2. 35 m² fyri hvørt fríttliggjandi einbýlishús, hvønn partin av tvíhúsum við loddrøttum íbúðarskilnaði og summarhús í summar­húsøkjum.
(1A.1.3, stk. 4) Vegleiðing

Opnar tekjur og opnar taktar terassur verða mettar at vera opnar, tá í minsta lagi ein veggur er opin og ikki kann latast aftur við vindeyga, hurð, portri ella líknandi. Tøknihús til ravtøknilig samskiftisnet/­tænastur eru ikki fevnd av ásetingini.
 

(1A.1.3, stk. 4, nr. 1 og nr. 2) Vegleiðing

Frádráttirnir verða roknaðir út uttan mun til ­matrikulviðurskifti.

Stk. 5 Áseting

Hæddarvíddin verður roknað vatnrætt frá útsíðu til útsíðu av útveggjum, tó við hesum frávikum:

  1. Í nýtiligum loftshæddum verður einans tann gólvvíddin íroknað, har frástøðan millum gólv og útsíðu á tekju er 1,5 m ella meira.
     
  2. Opnar hæddir, portur, luftslúsur og líknandi verða íroknað frá byggilinjuni, sum útveggirnir á bygninginum annars áseta.
     
  3. Felagsveggir millum rúm, sum skulu íroknast hvør sína hæddarvídd, verða máldir til miðjuna á vegginum. Tó verða felagsveggir, ið standa á marki, máldir til marknalinjuna.
(1A.1.3, stk. 5, nr. 1) Vegleiðing

Ein loftshædd verður roknað sum nýtilig, tá ið tilhaldsrúm kunnu innrættast uttan at gera munandi inntriv í takkonstruktiónina.

1A.1.4 Útrokning av ­hæddarviðurskiftum

Stk. 1 Áseting

Hædd á bygging verður máld loddrætt frá natúrliga lendinum. Tá bygt verður í brekkulendi ella lendi í ymiskum hæddum, verður mált frá einum ella fleiri planeringshæddum, sum verða ásettar av kommunala byggimyndugleikanum. Byggiloyvið skal skilliga lýsa ásetanina av planeringshæddunum. Er tørvur á tí, kunnu fleiri planeringshæddir ásetast fyri sama grundøki. Tá planeringshæddir verða ásettar, skal kommunali byggimyndugleikin taka atlit at:

  1. Lendisviðurskiftunum á grundøkjunum, sum liggja uppat, og sermerki á bygningum í nærumhvørvinum, og
     
  2. at viðkomandi grundøki fær hóskandi byggimøguleikar og atkomuviðurskifti.

Stk. 2 Áseting

Antennur, har hægsta punktið ikki er meira enn 5,5 m yvir tekju, takkvistum, roykrørum, ­útluftingarhettum, skjøldrum og takskeggum, verða ikki íroknaðar bygningshæddina, um so er, at tær eru vanligar í vavi. Kommunali byggi­myndugleikin kann harafturat avgera, at trappuhús, lyftuslokur, luftskiftisútbúnaður, skeltir, ljóslýsingar o.tíl. ikki verða íroknað bygningshæddina.

(1A.1.4, stk. 2) Vegleiðing

Ásetingin fevnir ikki um antennuskálir o.tíl., sum hava tvørmát, ið eru í mesta lagi 50 cm.

1A.1.5 Útrokning av ­fráleikaviðurskiftum

Stk. 1 Áseting

Fráleikar verða máldir vatnrætt uttan at taka atlit at lendismunum. Fráleikin verður máldur vinkulrætt á viðkomandi linju (vegalinju, grannamark) ella aðra bygging, men kann við atliti at ljósviðurskiftunum ella fyri at avmarka sýnisbágar verða máldur sum minsti fríi fráleikin millum bygning ella bygningslut og vegalinju, grannamark ella aðra bygging á sama grundøki. Um bygningurin ikki hevur avmarkandi útveggir, verður mált 0,5 m inn frá tekjuni.

Stk. 2 Áseting

Tá fráleikin millum bygning og veg, grannamark og gøtu verður ásettur, verður niðanfyri ­standandi ikki íroknað:

  1. Kjallari, kjallaratrappur, tangar, leidningar og líknandi undir jørð og
     
  2. takskegg, vindskeiðir, tøk yvir hurðum, gesimsar og líknandi smáir bygningslutir, sum støkka í mesta lagi 0,5 m fram.

Stk. 3 Áseting

Tá fráleikin millum bygning og vegamark verður roknaður út, verða bygningslutir, sum støkka fram út yvir vegamark, ikki tiknir við í tann mun, sum tilskilað er niðanfyri:

  1. Tá fría gjøgnumgongdin millum koyribreyt ella súkklubreyt og bygningslutin, sum støkkur fram, í minsta lagi er 1,3 m.
     
  2. Tá bygningslutur í mesta lagi støkkur fram 0,3 m út yvir vegamark og í minsta lagi er 2,8 m yvir lendi.
     
  3. Tá ljóskassar, undirstøði og tílíkt, sum verður sett í ella undir lendishædd, tó ikki í sjálva koyribreytina, í mesta lagi eru 0,8 m út yvir vegamark.
     
  4. Tá skelti og sólskjól úr lættari konstruktiónum, har undirsíðan í minsta lagi er 2,2 m yvir lendi, verða sett í minsta lagi 1,0 m frá koyribreyt ella súkklubreyt.
     
  5. Tá fría gjøgnumgongdin millum trappu og koyribreyt ella súkklubreyt í minsta lagi er 1,3 m.
(1A.1.5, stk. 3) Vegleiðing

Festir lutir, skeltir ella líknandi mugu ikki setast út yvir vegamark.

(1A.1.5, stk. 3, nr. 2) Vegleiðing

Karnappar, altanir og líknandi bygging, sum er sett hægri enn 2,8 m yvir gongubreyt, kunnu gerast, um fráleikin millum bygningspartin og koyri­breytina ella súkklubreytina í minsta lagi er 1 m. Sama er ­galdandi fyri hurðar, vindeygu og lúkur, sum eru gjørd at lata upp úteftir, og har niðari kantur á bygningslutinum í minsta lagi er settur 2,2 m upp frá koyribreytini ella súkklubreytini.
 

1A.1.6 Útrokning av tali av hæddum

Stk. 1 Áseting

Allar hæddir í bygningum, íroknað atkomu­hæddin, verða roknaðar uppí talið av hæddum. Í samlaða talið av hæddum verður harafturat roknað:

  1. Nýtiligar loftshæddir og
     
  2. nýtiligar kjallarahæddir.
(1A.1.6, stk. 1, nr. 1) Vegleiðing

Loftshædd verður roknað at vera nýtilig, tá ið tilhaldsrúm kunnu gerast, uttan at munandi inntriv skulu gerast í t.d. takkonstrukt¬iónina, sbrt. kap. 1A.1.3, stk. 5, nr. 1.

Somuleiðis er kjallarahædd at rokna sum nýtilig, tá tilhaldsrúm við hædd á í minsta lagi 2,3 m kunnu innrættast.
 

Stk. 2 Áseting

Tá talan er um bygningar við forskotnum hæddum ella innskotnum hæddum (hemsum) og líknandi, skal kommunali byggimyndugleikin, við ítøkiligari meting í hvørjum einstøkum føri, áseta talið av hæddum.

Tá talan er um tilhaldsøkir á loftshædd ella á tekju á bygningum, kann kommunali byggi­myndugleikin, við ítøkiligari meting í hvørjum einstøkum føri, gera av, at ein innskotin hædd (hems) við størri vídd enn 4,5 m², og altanir, útistovur, terassur og líknandi tilhaldsøkir skulu roknast uppí sum ein hædd.

(1A.1.6, stk. 2) Vegleiðing

Tá talið av hæddum verður gjørt upp, kann dentur m.a. verða lagdur á stødd og nýtslumøguleika av umrøddu bygningsfunktión í mun til samlaðu ­støddina og nýtsluna av byggingini.

Somuleiðis kann dentur verða lagdur á uttandura sniðið av byggingini, har til dømis tal og stødd á vindeygum til viðkomandi bygningsnýtslu kann fáa bygningin til at síggja út, sum um hann hevur eina eyka hædd í mun til umráðið, har hann stendur, sbrt. kap. 2.4.

Eisini kann metast um, um viðkomandi bygnings­nýtsla hevur við sær munandi sýnisbágar í mun til umráðið, har bygningurin er. T.d. kann nevnast, at í hægri og tættari bygging nærri býum má væntast størri tolsemi viðvíkjandi sýnisbágum enn í lægri og meira fríttliggjandi einbýlishúsabygging.
 

Stk. 3 Áseting

Tá fráleikin millum bygning og vegamark verður roknaður út, verða bygningslutir, sum støkka fram út yvir vegamark, ikki tiknir við í tann mun, sum tilskilað er niðanfyri:

  1. Tá fría gjøgnumgongdin millum koyribreyt ella súkklubreyt og bygningslutin, sum støkkur fram, í minsta lagi er 1,3 m.
     
  2. Tá bygningslutur í mesta lagi støkkur fram 0,3 m út yvir vegamark og í minsta lagi er 2,8 m yvir lendi.
     
  3. Tá ljóskassar, undirstøði og tílíkt, sum verður sett í ella undir lendishædd, tó ikki í sjálva koyribreytina, í mesta lagi eru 0,8 m út yvir vegamark.
     
  4. Tá skelti og sólskjól úr lættari konstruktiónum, har undirsíðan í minsta lagi er 2,2 m yvir lendi, verða sett í minsta lagi 1,0 m frá koyribreyt ella súkklubreyt.
     
  5. Tá fría gjøgnumgongdin millum trappu og koyribreyt ella súkklubreyt í minsta lagi er 1,3 m.
(1A.1.5, stk. 3) Vegleiðing

Festir lutir, skeltir ella líknandi mugu ikki setast út yvir vegamark.

(1A.1.5, stk. 3, nr. 2) Vegleiðing

Karnappar, altanir og líknandi bygging, sum er sett hægri enn 2,8 m yvir gongubreyt, kunnu gerast, um fráleikin millum bygningspartin og koyri­breytina ella súkklubreytina í minsta lagi er 1 m. Sama er ­galdandi fyri hurðar, vindeygu og lúkur, sum eru gjørd at lata upp úteftir, og har niðari kantur á bygningslutinum í minsta lagi er settur 2,2 m upp frá koyribreytini ella súkklubreytini.
 

Úrslit: