Skjal 1B
Í sambandi við dimensjónering av bygningslutum í Føroyum, verða hesir normar brúktir:
• norm for sikkerhedsbestemmelser for konstruktioner DS409
• norm for last på konstruktioner 410
ella samsvarandi Eurocodes.
Føroyar hava ikki serstakan føroyskan norm til dimensjónering móti vindi.
Tí verður víst til frágreiðingina “GEM, Onshore Climate Review for the Faroe Islands – 2001”, ið lýsir søguligar veðurmátingar á ymiskum veðurstøðum í Føroyum.
Talvurnar í skjalinum eru tiknar úr “GEM, Onshore Climate Review for the Faroe Islands – 2001”.
Talva 1 yvir mest máldu vindferðir í Føroyum
Av tí, at Føroyar ikki hava serstakan føroyskan norm fyri dimensjónering av vindi, so verða mátingarnar niðanfyri brúktar sum grundarlag, tá konstruktiónir verða dimensjóneraðar í Føroyum.
Metingar av vindhámørkum
Vindhámørkini verða lagt fram í tvinnum talvum: Tann fyrra lýsir 10 min. miðalvind hámørk og tann seinna lýsir 2 sek. hvirluhámørk. Hámørkini vísa tølini fyri viðkomandi støðir alt árið og har mátingartíðarskeiðið er nøktandi, t.e. minni enn fimm ár –- summarhálvuna, sum er frá 1. mai til 31. august.
Hetta upplýsingartíðarskeiðið vísir á, hvørt úrslitini eru álítandi ella ikki. 6005 mátar 16 m oman fyri jarðargrundina, TK-1 6 m, F11 og F14 30 m oman fyri jarðargrundina, meðan hinar støðirnar máta 10 m oman fyri jarðargrundina.
Talva 2 yvir staðseting av mátistøðum, har vindmátingarnar eru gjørdar
Niðanfyri sæst talva yvir staðseting av ymisku mátistøðunum, har mátingarnar eru gjørdar.